hon verið tann raskasta at gera mál hjá Kyndli í ár. ? Hetta er tað, man miðar ímóti hvørt ár, og nú gekk tað endiliga, sigur hon um FM-heitið, sum besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann fyri fyrstu ferð síðani [...] hjálpti okkum, at vit høvdu roynt júst hetta fyrr í ár, í steypafinaluni, sigur hon. Ann Hansen heldur, at størsta styrkin hjá liðnum í ár hevur verið breiddin. ? Fyrr hava vit havt eini tveir-tríggjar [...] tað serliga var sterka verjan hjá Kyndli, sum gjørdi munin í dystinum leygardagin. ? Vit byrjaðu væl og kláraðu at halda teimum niðri fyrstu løtuna av dystinum. Verjan hjá okkum var ótrúliga sterk, og tá
sleppa danir av við hann sum fólkatingsmann, og vit føroyingar fáa hann í staðin sum løgmann. Fyrsti leikur hjá komandi løgmanni verður at samráðast við henda sama Nyrup um týdningarmikil føroysk áhugamál [...] hevur tí verið við ávísum spenningi, at bíðað hevur verið eftir frágreiðingini um politiska vavsturin hjá fólkatingsmanninum og formanni javnaðarfloksins. Hon kom í Sosialinum 31. mars. Henni bleiv eingin [...] føroyski javnaðarflokkurin situr hinumegin borðið Føroyingar eiga ikki at avgera danskan politikk sigur Jóannes Eidesgaard í feitari yvirskrift. Er tað nakar, ið hevur roynt hetta og hevur brent fingrarnar
lætnar upp á handils og sølustevnuni hjá TB, er tað samstundis tann størsta og best fyrireikaða stevnan, sum verið hevur á Tvøroyri. Finn Thomsen, formaður í TB, sigur, at fyrireikararnir hava lagt eitt [...] matstovan í høllini opið. Og so er bara eftir at nevna prísin. Tað kostar 40 krónur hjá vaksnum at koma inn og 20 krónur hjá børnum. Men so er atgongumerkið eisini ein lutaseðil, har í høvuðsvinningurin er [...] betala leigu fyri básin, Nú fer tað so at standa til framsýnarar og gestir at fylla karmarnar, sigur hann. Tað, sum vit so kunnu vóna, er so sjálvandi eisini, at øll fáa nakað burturúr, báði framsýnarar
vánaligum umstøðum. Og í fyrrárið skrædnaði heilt, tá ið vit fóru í aðru deild, sigur Ronnie Midjord í fótbóltsdeildini hjá TB. Hann sigur, at teir tí í fjør settu sær tvinnandu mál: At koma uppaftur í 1. deild [...] nógv um síðani og hann er avgreiddur, sigur Ronnie Midjord. Tann fyrsta, stóra styrkiroyndin hjá TB verður nú sunnudagin, tá ið Føroya- meistararnir úr B36 skulu suður á Sevmýri at spæla dyst í kappingini [...] er tað rætta. Hann sigur, at alt hetta tilsamans, ger, at teir fara undir kappingarárið í góðum treysti. Og hann dylir heldur ikki fyri, at TB¹ararnir í ár stíla hægri, enn ein í fyrsti atløgu skuldi trúð
Øssur Mohr úr Fuglafirði er óivað fyrsti føroyingurin, ið stillar út á páskaframsýningini í Augustenborg í Danmark. Framsýningin letur upp Skírisdag, 9. apríl og opið er til og við sunnudagin 19. apríl [...] í ?White House?, men síðani hoyrdi eg einki aftur frá teimum fyrr enn nú til hesa framsýningina, sigur Øssur. Páskaframsýningin í Augustenborg hevur verið á fleiri árum. Vanligt er, at tey eisini bjóða [...] verið við á Ólavsøkuframsýningini, á Várframsýningini, á Varmakelduframsýningini og á framsýningini hjá Lions klubb.
Romantikkur og alskur Tað sigur kanska eitt sindur um Suðuramerika og tess ávirkanir uttanífrá, at líkamikið hvagar tú fert í hesum heimspartinum, so finnur tú ?tað suðuramerikanska Firenze?, ?tað suð [...] hvussu er. Tað er tí kanska ikki heilt av tilvild, at Buenos Aires breggjar sær av at vera føðibýurin hjá tí sensuella tangotónleikinum. Allastaðni tú vendir tær í argentinska høvuðsstaðnum, verður tú mintur [...] at yrkjararnir settu sítt navn undir orðini, teir høvdu skrivað. Hetta var nevniliga tónleikurin hjá arbeiðarastættini, og tað var ikki beinleiðis undirtøka, ið varð sýnd frá tí vals- og polkaelskandi
Fólk høvdu ferðast oftari, vóru túrarnir fleiri, og tað hevði dryppað heilt suður til Havnar, tí fólk fara vanliga tann vegin, sigur Jógvan Edmund. Taka stig 5 milliónir krónur vórðu upprunaliga settar av [...] so lætt at venja fólk av við at ferðast. Heldur ikki manningin umborð heldur hana at vera egnaða, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy. Svínoyingar og fugloyingar eru ónøgdir við, at [...] Suðuroyar meðan Smyril er til umvælingar og til at dýpa havnina í Leirvík, so Dúgvan fær betri lagt at. ? Hjá okkum hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu nógvir pengar eru til taks til endamálið, bara tað røkkur
sigla inn í Eiðisflógvan, suður gjøgnum Sundalagið og síðani inn á Toftir, har teir eftir ætlan skuldu verða um seks-tíðina hóskvøldið. Martin Johansen, reiðari hjá Sjóborgini sigur við Sosialin, at hann hevði [...] Sjóverjan sendi Vædderen at leita og V&B sendi bæði Tjaldrið og Nim avstað beinanvegin. Tyrlurnar hjá sjóverjuni og hjá Atlantsflog vóru eisini settar inn í leitingina. Tær byrjaðu at leita fram við landið norðanfyri [...] leitingin avblást. Skipini hjá V&B og nakrir bátar hildu tó fram við leitingini alt vikuskifti, men teir hava ikki funnið nakað, sum bara kann geva eina ábending um hvat er hent. V&B sigur, at teir fara at halda
fara suður leygardagin við tyrluni, og so fyrireikaðu teir seg á gistingarhúsinum í Øravík til uppgávuna á Sevmýri. Fuglfirðingar fóru frá húsum heilt tíðliga sunnumorgunin fyri at røkka túrinum hjá Pride [...] Pride av Gomlurætt og suður á Hvalba. Úrtøkan hjá B36 var javnleikur á Sevmýri, meðan fuglfirðingar ikki vóru meiri nervaðir av ferðini við Pride at teir vunnu á Krossinum í Sumba. [...] hvalbingar fóru norður fríggjakvøldið, og aðrir fóru norður leygardagin, so tað var ikki sum at siga tað hjá teimum at spæla í Suðuroy. Tyrlan At vágbingar ikki vildu fara norður við Pride komst av, at fleiri
hendi hesa vikuna hevur fingið bikarið at flóta yvir hjá fiskakeyparum runt um í Evropa, sigur Jóannes Martin Hansen, sum er útflutningsstjóri hjá Frederiksværk Åleeksport. Martin Hansen keypir nógvan [...] týsmorgunin. Jóannes M. Hansen sigur, at Stilla Vika er tann tíðin í árininum, har í týskarar eta mest fisk yvirhøvur. Og tíðaravmarkingarnar eru sera trongar. Hann sigur, at er talan um feskan fisk, skulu [...] nógvan fisk úr Føroyum, og selur hann víðari suðuri í Evropa. Hann sigur, at tað, sum hann hevur fingið at vita frá sínum kundum longri suðuri í Evropa er, at teir hereftir fara heldur at leggja seg eftir at