Øssur á páskaframsýning í Danmark

Málarin, Øssur Mohr hevur 12 málningar við á listaframsýning í gallarínum í Augustenborg í Danmark frá 9. til 19. apríl

Øssur Mohr úr Fuglafirði er óivað fyrsti føroyingurin, ið stillar út á páskaframsýningini í Augustenborg í Danmark.

Framsýningin letur upp Skírisdag, 9. apríl og opið er til og við sunnudagin 19. apríl, allar dagarnar fá kl. 13. til 18. Øssur verður sjálvur hjástaddur, tá ið framsýningin letur upp.


Ein av trimum útlendingum

Øssur hevur roynt seg við framsýningum í Danmark á hvørjum ári síðani 1994.

Hetta er tó fyrstu ferð, at hann stillar út á tí navnframa gallarínum ?White House? í Augustenborg.

Augustenborg er ein lítil býur bara 8 km. frá Sønderborg í Suðurjútlandi.

? Tá ið eg var niðri í 1994 tosaði eg við tey, sum skipa fyri framsýningum í ?White House?, men síðani hoyrdi eg einki aftur frá teimum fyrr enn nú til hesa framsýningina, sigur Øssur.

Páskaframsýningin í Augustenborg hevur verið á fleiri árum. Vanligt er, at tey eisini bjóða nøkrum útlendingum við á framsýningina.

Umframt Øssur er ein russi, Peter Reichet og ein týskari, Heike Schmidt-Ehlers við á framsýningini í ár. Fimm donsk listafólk eru eisini við á framsýningini.


Føroysk landsløg

Málningarnir, Øssur Mohr hevur við á framsýningini, eru føroyskar landslagsmyndir.

Tað er eisini hetta, ið hann hevur fingist mest við at mála. Sjálvur heldur hann annars, at føroyskir málningar eru væl umtóktir niðri.

Øssur hevur eisini sýnt fram í Føroyum. Tað hevur higartil tó bara verið tann eina framsýningin, ið hann hevur havt heilt einsamallur. Hon var í Smiðjuni í Lítluvík í 1993.

Annars hevur hann verið við á Ólavsøkuframsýningini, á Várframsýningini, á Varmakelduframsýningini og á framsýningini hjá Lions klubb.