Her skulu øll føla seg væl

­ Hetta verður okkara størsta og mest professionella stevna nakrantíð. Tað verður nógv undirhald og nógv at síggja. Vit hava lagt stóra orku í at skapa so góðar karmar sum til ber. Nú liggur restin í hondunum á framsýnarum og gestum, sigur formaðurin í TB

Tá ið dyrnar klokkan fýra í dag verða lætnar upp á handils og sølustevnuni hjá TB, er tað samstundis tann størsta og best fyrireikaða stevnan, sum verið hevur á Tvøroyri.

Finn Thomsen, formaður í TB, sigur, at fyrireikararnir hava lagt eitt sera stórt arbeiði í at gera eina so fjølbroytta og professionella stevnu sum til ber.

­ Og vit hava eisini lagt stóra orku í at gera framsýningina so vakra og snotiliga sum gjørligt. Fyri eisini at eggja framsýnarunum at leggja alla orku í at hava so vakrar básar sum gjørligt, verður kapping um tann vakrasta básin har vinnarin sleppur undan at betala leigu fyri básin,

­ Nú fer tað so at standa til framsýnarar og gestir at fylla karmarnar, sigur hann. ­ Tað, sum vit so kunnu vóna, er so sjálvandi eisini, at øll fáa nakað burturúr, báði framsýnarar, gestir og fyrireikarar.

­ Og fyribils sær gott út, tí ikki færri enn 33 framsýnarar av øllum møguligum slag, og úr øllum landinum, fara at bjóða seg fram á páskastevnuni hjá TB.

Hvat gestum viðvíkur, kann sjálvandi onki sigast um fyrrenn sunnukvøldið, táið lykilin aftur verður snaraður, so hurðin fer i lás.

Á stevnuni verður alt at síggja, líka frá teimum fittligastu undirklæðunum, tvørturum tær mest framkomnu teldurnar, heilt fram til teir allar nýggjastu bilarnar.

Og fleiri av framsýnarunum hava sjálvandi heilt serlig stevnutilboð, so tann, sum liggur framvið, kann gera kvettið.


Her er boripallurin

Men hóast mangt og hvat forvitnisligt verður at síggja, verður ein tann størsti áskoðaramegneturin á allari framsýningini uttan iva tey bæði stóru modellini, sum Saga Petroleum fer at seta vísa fram. Talan er um eitt modell av einum boripalli og eitt modell av einum oljufelti við boripallum, skipum, rørleiðingum eftir botninum o.s.fr., sum Saga hevur fingið til Føroyar at vísa fram.

Framsýningin hjá Saga verður ikki minni forvitnislig av, at talan er um modell av teimum pallunum, sum fara at fara at bora undir Føroyum, um komið verður so langt.

Á Framsýningini fer Saga eisini at greiða frá útbúgvingarmøguleikum í oljuvinnuni og møguleikunum fyri at fáa arbeiði og at svara spurningum annars.


Eitt orgie av ljóðið

Eisini innan tann fínara háteknikkin verður ymiskt áhugavert at síggja: Og ikki minst verður nakað at hoyra fyri tey kræsnu oyruni .

Tí tann eini sjónvarpshandilin fer at seta upp eitt rúm har ið áhoyrararnir kunnu uppliva eitt satt ljóð-orgie við tí nýggjasta surround ljóðinum, og hvat alt nú eitur.

Og tá ið ein diskur við einum góðum filmi á verður lagdur í fløguspælaran, fæst ein forsmakkur uppá, hvussu tað er at síggja, og hoyra sjónvarp við tí nýggjasta nýggja.

Annars eru framsýnarar úr øllum landinum líka norðan úr Klaksvík, vestur í Vágar og suður til Vágs.

Og sum sagt er úrvalið sera fjølbroytt. Og tað eigur at verða nevnt, sum nakað forkunnugt á eini sølustevnu, at eisini Bókagarður fer at vísa eitt úrval av øllum teimum dygdarbókum, sum forlagið hevur givið út ígjøgnum árini.

Enn sjáldsamari er tað, at hesuferð er eisini ein skúli við á eini sølustevnu. Tað er Tekniski Skúli í Havn, sum fer at upplýsa um tekniskar útbúgvingar.

Og skuldi tosti og svongd farið at gjørt um seg, eru eisini ráð fyri tí: Á einum bási verða ymsir leskandi drykkir seldir, og eisini er Kafé á stevnuni, har tað ber til at fáa kaffi, te, kakur og annað gott. Og annars hevur matstovan í høllini opið.

Og so er bara eftir at nevna prísin. Tað kostar 40 krónur hjá vaksnum at koma inn og 20 krónur hjá børnum.

Men so er atgongumerkið eisini ein lutaseðil, har í høvuðsvinningurin er ein framkomin telda við printara, sum tað annars hevði kostað 15.000 krónur at keypt. Umfamt høvuðsvinningin verður hvørt kvøld drigið um aðrar vinningar, sum framsýnararnir skiftast um at lata.