Ann Hansen er ein av »veteranunum« á liðnum, sum leygardagin gjørdist føroyameistari, og saman við Lotte Sørensen hevur hon verið tann raskasta at gera mál hjá Kyndli í ár.
? Hetta er tað, man miðar ímóti hvørt ár, og nú gekk tað endiliga, sigur hon um FM-heitið, sum besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann fyri fyrstu ferð síðani 1981.
? Vit hava havt eitt stak gott lið í ár, og tað hevur verið stuttligt at spælt, tí trý lið hava verið heilt har frammi, sum øll hava kunnað tikið stig frá hvørjumøðrum.
Kjansurin kom
Síðani fyrsti landskappingardysturin varð leiktur miðskeiðis í oktober (Kyndil tapti tann allarfyrsta dystin í kappingini á Skála móti StÍF), hevur vegurin verið langur, og tað hevur gingið upp og niður.
Fyrst í februar tapti Kyndil óvæntað á heimavølli móti VB, og vikuna eftir tapti liðið eisini steypafinaluna móti Neistanum. Tey flestu roknaðu tá við, at FM-kappingin fór at gerast ein tvídystur millum Neistan og StÍF, men Kyndil vann allar dystirnar eftir tað ? millum annað tvær ferðir á Neistanum ? og nú endaði liðið á ovastu rók.
? Eingin trúði upp á okkum eftir tapið móti VB og steypafinaluna. Ikki fyrr enn næstseinasta vikuskifti, tá StÍF spældi javnt í Klaksvík, kom kjansurin aftur, sigur Ann Hansen.
? Nógv fólk var og hugdi at dystinum á Skála, og tað var torført at kommunikera á vøllinum orsakað av øllum ganginum. Tað hjálpti okkum, at vit høvdu roynt júst hetta fyrr í ár, í steypafinaluni, sigur hon.
Ann Hansen heldur, at størsta styrkin hjá liðnum í ár hevur verið breiddin.
? Fyrr hava vit havt eini tveir-tríggjar leikarar, sum hava gjørt um seg, men í ár hevur breiddin verið nógv størri, sigur hon.
? Samanhaldið hevur eisini verið ótrúliga gott, bæði á og uttan fyri vøllin, og venjarin Sophus hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði. Tá hann byrjaði sum venjari fyri trimum árum síðani, segði hann, at um trý ár skuldi Kyndil vera føroyameistari, og tað eydnaðist so í ár.
Og harafturat vísir hon á viðhaldsfólkini, sum hon heldur hava verið ótrúliga røsk at stuðla teimum ? raskari enn fyrr.
Ongantíð í iva
um sigurin
Ann Hansen heldur, at tað serliga var sterka verjan hjá Kyndli, sum gjørdi munin í dystinum leygardagin.
? Vit byrjaðu væl og kláraðu at halda teimum niðri fyrstu løtuna av dystinum. Verjan hjá okkum var ótrúliga sterk, og tá verjan er góð, kemur álopsspælið eisini av sær sjálvum, sigur hon.
? StÍF kom afturíaftur, men í seinna hálvleiki øktist munurin aftur. Eg haldi, at vit vóru framman fyri við eini sjey málum, tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki. Seinasti parturin av dystinum var eitt sindur rótutur. Vit fluttu okkum alt ov lítið, men eg var ongantíð í iva um, at vit fóru at vinna, sigur Ann Hansen, sum sjálv gjørdi sjey mál í dystinum.
elj