Nýtt skip avgerandi fyri trivnaðin

Tíðin er nú farin frá Másanum, sum hevur røkt farleiðina til Svínoyar og Fugloyar stórt sæð síðani 1959. Og nú pengar eru settir av til at kanna møguleikarnar á leiðini, vóna fólkini á staðnum, at ein varandi loysn verður funnin

Farleiðin til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svínoy og Fugloy, stendur aftur á skránni. Ætlanin er at brúka 300.000 krónur at kanna møguleikarnar á farleiðini.

Másin, ið varð bygdur í 1959 og sum hevur røkt farleiðina mest sum alla tíðina, hevur nú tænt fyri seg. Ætlanin at longja hann nakrar metrar er slept og tí verður hugsað um aðrar loysnir.

? Besta loysnin fyri okkum hevði verið at fingið eitt nýtt skip. Tað er vónleyst at finna eitt, ið hóskar til farleiðina. Í løtuni siglir Súlan, sum annars røkir rutuna til Mykinesar, bygdirnar Svínoy, Hattarvík og Kirkju. Men hon er als ikki egnað. Tað skal so øgiliga lítið til, at hon ikki fær lagt at. Hon er ov lítil, nógv minni enn Másin og hon er ikki sjógott skip. Fólk dámar hana illa og setast aftur at fara nakran veg. Nú tað stundar til páskir plaga nógv fólk at koma út til okkara at ferðast, men mín varhugi er, at tey setast aftur orsakað av Súluni. Og tað er harmiligt, tí tað er so lætt at venja fólk av við at ferðast. Heldur ikki manningin umborð heldur hana at vera egnaða, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy.

Svínoyingar og fugloyingar eru ónøgdir við, at so fáir túrar verða sigldir. Sum er ber ikki til at fara av oynni og koma aftur sama dag um veturin og siglt verður ikki hvønn dag í viku. Um summarið verða tveir túrar gjørdir tveir dagar um vikuna ? í tveir mánaðir. Heldur ikki farmaflutningurin, sum er øktur nógv, er nøktandi. Eingin trygd er fyri, at tað fólkini í Svínoy og Fugloy senda og fáa sendandi við skipinum er heilt og óskalað, tá ið tað kemur fram. Akfør sleppa ikki við uttan at eykaferð verður gjørd og tað kostar nógv.

? Tað hevur avgerandi týdning fyri trivnaðin í bygdunum, at umstøðurnar eru góðar at sleppa til og frá. Sum er er tað ógvuliga bundið, tá ið fólk ikki kunnu fara og koma, tá ið tey vilja. Tað kennist innilæst og ólagaligt, og skalt tú ørindi aðra staðni verður tú ofta noyddur at gista nátt.

? Sagt verður, at rutan gevur stórt undirskot, men tað er heilt vist, at undirskotið hevði verið minni, um fleiri túrar vórðu sigldir, tí útreiðslurnar til skip og manning høvdu verið tær somu. Fólk høvdu ferðast oftari, vóru túrarnir fleiri, og tað hevði dryppað heilt suður til Havnar, tí fólk fara vanliga tann vegin, sigur Jógvan Edmund.


Taka stig

5 milliónir krónur vórðu upprunaliga settar av til at longja Másan. Nú tann ætlanin er slept, verður meginparturin av upphæddini brúkt til at hava Norrønu siglandi til Suðuroyar meðan Smyril er til umvælingar og til at dýpa havnina í Leirvík, so Dúgvan fær betri lagt at.

? Hjá okkum hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu nógvir pengar eru til taks til endamálið, bara tað røkkur til uppgávuna, sum nú er fyri framman, nevniliga at finna út av, hvat skip skal røkja okkara rutu, sigur Jógvan Edmund.

Mett verður, at ein nýtt skip fyri Másan kostar um 15 milliónir krónur. Fólk í Svínoy og Fugloy vóna, at tað gongur ikki long tíð, til farið verður undir at byggja nýtt skip.

? Tað ræður um at hanga í og ikki sleppa tráðnum. Tað eru vit, sum eiga at tosa okkara søk og so er bert at vóna, at politikararnir lofta tí og gera nakað við tað, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy, at enda í viðtali.