café. Umframt, at møguleiki er at keypa bakstur frá Hans Olafi, so kunnu fólk her seta seg niður við einum kaffimunni, ið tey fáa úr eini nútímans kaffimaskinu. Og so er eisini gaman í at fáa sær okkurt [...] Frida Mouritsen og Vár Mortensen fyri at veita teimum, ið leita innar í Breyðkassan, góða tænastu. Bæði tá talan er um at taka bakstur heim við, ella um ein ætlar at njóta ein kaffimunn á hugnaligu caféini [...] afturvið. Handilin og caféin liggja væl fyri framvið høvuðsvegnum í Vági, so væl liggur fyri at støkka innar at hvíla beinini og fáa sær ein kaffimunn. Afturat sær hevur Hans Olaf fingið Jonleif Augustinussen
sins. Uttan her at taka dagar ímillum, hvør teirra er á rættari kós í fullveldismálinum, so skurrar í oyrunum, tá tosað verður um, at vit av nýggjum skulu definera, hvør skal sleppa at atkvøða - atlso [...] atlso, um vit skulu broyta vallógina við tí endamáli, at fáa nøkrum føroyingum úti í heimi valrætt, sum annars ikki hava tað. Tað er sjálvsagt, at skal vallógin broytast, so skal tað gerast á rættan hátt. Tá [...] tær fólkaatkvøður, sum verða í hesum valskeiði, eiga bara tey, sum hava valrætt til løgtingið at sleppa at velja. Verður annað gjørt, kann alt í einum ruðuleika.
byrjaði Trygd av nýggjum at tekna tryggingar og síðan tá hava fleiri valt at far yvir til »nýggja« tryggingarfelagið. Fyri at fáa fatur á enn fleiri kundum royna feløgini bæði at gera vart við seg á ymsan [...] er sjónligt, er SMS í Havn. Og tað er júst har Trygd hevur valt at seta upp ein bás hesar dagarnar. Í gjár og í dag er møguligt hjá fólki at fáa eitt prát við fólk frá Føroya Banka, sum selur tryggingar [...] gar. ? Fólk vilja fegin hava at vita hvat tað er vit kunnu bjóða og tað siga vit teimum frá. ? So siga vit teimum eisini frá hvussu kundarnir skulu gera, um teir ynskja at tekna trygging hjá P/F Trygd
Frits Johannesen fer at seta dám á setanina. Felagið fer at fáa umboðan frá hinum norðurlendsku giktafeløgunum til hátíðardagin og væntar giktafelagið, at limirnir nýta dagin til at kunna seg um tað nýggjasta [...] Felagið hevur arbeitt miðvíst við at kunna um tær ymisku giktasjúkurnar, sum eru nógvar, og síðani komið var í norðurlendskt samstarv hevur verið munandi lættari at arbeitt við upplýsing. Ymisk tiltøk [...] tiltøk hava verið ígjøgnum árið, men mesta orkan er løgd í at gera sjálvan hátíðardagin so breiðan og spennandi sum til ber. Giktafelag Føroya er av elstu sjúklingafeløgum í Føroyum. Tey, ið stovnaðu felagið
børnunum. Um loppumarknaðin er at siga, at fólk hava verið so einastandandi beinasom at lata okkum lutir at vit komu næstan í neyð vegna plásstrot, men lukkutíð er húsið so stórt at vit fáa hýst næstan øllum [...] Komandi leygardag 26. sept. frá kl. 11 til kl. 16, ella so leingi fólk er, fer Havnar Sjónleikarfelag at skipa fyri megastórum loppumarknaði, har tú kann fáa alt frá glansbíløtum, grýtum og vasum til wc-kummur [...] Tey eitt sindur størri kunnu sláa seym, royna seg í bóltakasti ella skemta sær í skemtikøkinum, við at bróta tallerkar og annað. Stórt tombola við alskyns lutum og ymsum heimabakstri, verður eisini á skránni
baldrut at koyra buss, verður ofta sagt. Men tá verður aloftast sipa til tær veðurligu forðingarnar, sum eru í føroyska veðurlagnum, tí hóast mong ferðafólk bæði eru troyttandi og óhøvisk at hava við at gera [...] tí váta slagnum. Hvat er sagt og ikki, ber sjálvandi ikki til hjá løgregluni at siga, men tað heila spældi soleiðis av, at maðurin fór fram til bussføraran, legði armin um hálsin á honum og spenti í. [...] Bussførarin fekk tó steðga bussinum og tilburðurin var meldaður til løgregluna. Tað er ófatuligt, at hugsa sær, at fólk kann gera slíkt, tí tað kundu staðist ræðuligar fylgjur av eini slíkari ógerð. Fór bussurin
myndir at sígga, tær eru í París og Amsterdam. Tó vóru nógv postkort við myndum hjá van Gogh at fáa, sigur Zacharias Heinesen. Hann sigur seg vera imponeraðan av leikinum hjá Hans Tórgarð og av, at Hans [...] Hans sjálvur hevur skrivað leikin. ? Hann megnar at fáa ein málara fram og eg haldi, at brøvini kundu ikki verið skilt betur. Ein kundi hugsað øvugt, at ein, ið einki kendi til málningalist, ella van Gogh [...] Tað hevði kanska ikki eydnast so væl, sigur Zacharias, ið sigur, at sinnissjúkrahúsið, har van Gogh eitt skifti lá, nú er býráðshús, men at urtagarðurin, ið van Gogh málaði, enn er hin sami. ? Eg var impneraður
nú helt dómarin ikki, at grundarlag longur var fyri at hava mannin varðhaldsfongslaðan. Maðurin varð fonglaður nakrar dagar eftir, at vinkona hansara doyði, og politiið heldur, at konan orsakað av harðskapi [...] mótmælti. Hann helt tað vera ein óskikk, at varðhaldsfongsla, tá tað ikki var neyðugt, og í hesum førinum hevði politiið eisini døllað, helt hann. Hann helt tað vera løgið, at politiið enn ikki hevði fingið tosað [...] harðskapi. Ákærin bað um at leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur aftrat, tí øll vitni eru ikki aavhoyrd enn, og mentalkaningin av manninum er ikki liðug. Men verjin hjá manninum, Kári Petersen, mótmælti
fiskaprísirnir eru góðir. Løtan er tí tann rætta, at sleppa vinnuni burtur úr ótolandi stuðulshaftinum. At halda vinnuni fastari í skeivum strukturi við at varðveita stuðulspolitikkin, er bein kós aftur í [...] okkarnar um, at íløgustuðulin til feskfiskaflotan skal fella burtur, nú lóggávan fer úr gildi í mars 1998. Tá hevur íløgustuðulin verið í fimm ár, og flotin hevur havt allar møguleikar at tillaga seg til [...] tað kann Sjálvstýrisflokkurin ikki taka undir við. Harafturat kemur, at heldur íløgustuðulin fram, so eiga eisini øll tey skipini at fáa íløgustuðulin aftur, sum mistu hann fyri tveimum árum síðani. Men
øki, sigur Lassi Klein. Spurdur um Kristiligi Fólkaflokkurin fer at stilla upp aftur til næsta val, sigur Lassi at tað er ov tíðliga at meta nakað um enn. Hvat skal Lassi Klein so takast við nú, hann ikki [...] rokni við at tað verður ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin. ? Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava gingið hond í hond hesum viðvíkjandi og tí rokni eg við at tað verða [...] longur skal í tingið ? ? Ja, tað veit eg ikki rættuliga, men eg skal nokk fáa tíðina at ganga, sigur Lassi Klein at enda.