Ársins marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum í Havn

? ? ?

Komandi leygardag 26. sept. frá kl. 11 til kl. 16, ella so leingi fólk er, fer Havnar Sjónleikarfelag at skipa fyri megastórum loppumarknaði, har tú kann fáa alt frá glansbíløtum, grýtum og vasum til wc-kummur, leikur og bøkur umframt fleiri tons av klæðum. Til tey smáu gera vit ein stóran fiskibrunn, har tey fiska sær ein pakka heldur enn ein metalfisk. Tey eitt sindur størri kunnu sláa seym, royna seg í bóltakasti ella skemta sær í skemtikøkinum, við at bróta tallerkar og annað.

Stórt tombola við alskyns lutum og ymsum heimabakstri, verður eisini á skránni. Ein kaffi- ella temunn bjóða vit mammum og/ella ommum, sum bíða eftir børnunum.

Um loppumarknaðin er at siga, at fólk hava verið so einastandandi beinasom at lata okkum lutir at vit komu næstan í neyð vegna plásstrot, men lukkutíð er húsið so stórt at vit fáa hýst næstan øllum. Nakað kemur tó at standa uttanfyri.

Hvønn heila tíma verður undirhald, skiftivís klovnar og sangur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vónandi verður undirtøkan hareftir.