Giktafelagið 50 ár

Í sambandi við, at hálvt hundrað ár eru liðin síðani Giktafelag Føroya varð stovnað, verður hátíðarhald. Norðurlandahúsið verður karmur um haldið, sum verður 3. oktober. Skipað verður fyri nógvum spennandi tiltøkum henda dagin. Jón Thorsteinsson, professari úr Íslandi, og Jørgen Petersen, reumatologur úr Danmark fara at halda fyrilestur.

Skipað verður fyri framsýningum, borðhaldi og kvøldsetu. Dagurin endar við kaffi.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona í almannamálum, setur dagin og Fuglafjarðar sangkór undir leiðslu av Frits Johannesen fer at seta dám á setanina.

Felagið fer at fáa umboðan frá hinum norðurlendsku giktafeløgunum til hátíðardagin og væntar giktafelagið, at limirnir nýta dagin til at kunna seg um tað nýggjasta innan giktviðgerð.

Felagið hevur arbeitt miðvíst við at kunna um tær ymisku giktasjúkurnar, sum eru nógvar, og síðani komið var í norðurlendskt samstarv hevur verið munandi lættari at arbeitt við upplýsing.

Ymisk tiltøk hava verið ígjøgnum árið, men mesta orkan er løgd í at gera sjálvan hátíðardagin so breiðan og spennandi sum til ber.

Giktafelag Føroya er av elstu sjúklingafeløgum í Føroyum. Tey, ið stovnaðu felagið 22. august fyri 50 árum síðani vóru Hans Debes Joensen, lækni, Pauli Dahl, lækni, Jacob Højgaard, lækni, R. K. Rasmussen, lækni, Knút Nygaard, lækni, E. Rubek Nielsen, lækni, Paula Dahl, próstinna, Jógvan Rasmussen, prentsmiðustjóri, og Aleksander Enniberg, yvirlærari. Arbeitt verður við at geva út minnisrit um virki felagsins gjøgnum hálva øld.