Breyðkassin er nú opin

Mánadagin lat nýtt bakarí upp í Suðuroynni. Tað er Hans Olaf Johannesen, ið eigur nýggja bakaríið, ið kallast Breyðkassin

Dagfinn Olsen


Nýtt bakarí er nú opið í sunnaru helvt av Suðuroynni. Tað er Hans Olaf Johannesen, sum hevur latið upp Breyðkassan. Bakað verður í gamla bakarínum í Porkeri, har handil eisini er.

Í Vági er eisini handil og café. Umframt, at møguleiki er at keypa bakstur frá Hans Olafi, so kunnu fólk her seta seg niður við einum kaffimunni, ið tey fáa úr eini nútímans kaffimaskinu. Og so er eisini gaman í at fáa sær okkurt undir tonnina afturvið.

Handilin og caféin liggja væl fyri framvið høvuðsvegnum í Vági, so væl liggur fyri at støkka innar at hvíla beinini og fáa sær ein kaffimunn.

Afturat sær hevur Hans Olaf fingið Jonleif Augustinussen. Báðir hava teir staðið lærutíðina sum kondittarar í Vági, men hava umframt vunnið sær royndir aðrastaðir.

Í Breyðkassanum í Porkeri stendur Helen Dam og í Vági standa Frida Mouritsen og Vár Mortensen fyri at veita teimum, ið leita innar í Breyðkassan, góða tænastu. Bæði tá talan er um at taka bakstur heim við, ella um ein ætlar at njóta ein kaffimunn á hugnaligu caféini.