Fólkaatkvøður og valrættur

Tað var eitt mikið áhugavert evni, ið viðgjørt varð í »Kvørnini« í SvF mikukvøldið - um hvør, ið skal sleppa at atkvøða um Føroya framtíð

Politisku mótpolarnir vóru landsstýrismaðurin , í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.


Uttan her at taka dagar ímillum, hvør teirra er á rættari kós í fullveldismálinum, so skurrar í oyrunum, tá tosað verður um, at vit av nýggjum skulu definera, hvør skal sleppa at atkvøða - atlso, um vit skulu broyta vallógina við tí endamáli, at fáa nøkrum føroyingum úti í heimi valrætt, sum annars ikki hava tað.


Tað er sjálvsagt, at skal vallógin broytast, so skal tað gerast á rættan hátt. Tá valrættaraldurin verður broyttur, ella nú tá lesandi føroyingar uttanlands fingu valrætt, tá mátti hetta samtykkjast av tveimum løgtingum.


Tað kann væl verða, at vit skulu definera føroyingar øðrvísi - eftir einhvørjum skilagóðum kreteriumi. Men vit kunnu ikki í eini handavend broyta hetta - og soleiðis geva føroyingum uttanlands valrætt til eina fólkaatkvøðu, tá tey ikki hava valrætt til løgtingið.


Til tær fólkaatkvøður, sum verða í hesum valskeiði, eiga bara tey, sum hava valrætt til løgtingið at sleppa at velja. Verður annað gjørt, kann alt í einum ruðuleika.