Løgtingsvalið er av og Kristiligi Fólkaflokkurin er ikki longur umboðaður í tinginum.
Lassi Klein, sum hevur umboðað flokkin í tinginum sigur, at tað er ein greið orsøk til tað.
? Stóru flokkarnir hava stýrt kjakinum inn á ríkisfelagsskapin og har eru vit dotnir niðurímillum. Politikkurin hjá okkum á tí økinum hevur ikki verið nóg greiður, tíverri.
? Hetta er okkara egni feilur, sigur hann.
Spurdur um hvørja samgongu hann væntar burturúr øllum hesum, sigur Lassi:
? Eg rokni við at tað verður ein samgonga millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
? Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava gingið hond í hond hesum viðvíkjandi og tí rokni eg við at tað verða hesir tríggir. Tjóðveldisflokkurin er ov víðgongdur á hesum øki, sigur Lassi Klein.
Spurdur um Kristiligi Fólkaflokkurin fer at stilla upp aftur til næsta val, sigur Lassi at tað er ov tíðliga at meta nakað um enn.
Hvat skal Lassi Klein so takast við nú, hann ikki longur skal í tingið ?
? Ja, tað veit eg ikki rættuliga, men eg skal nokk fáa tíðina at ganga, sigur Lassi Klein at enda.