Í útlondunum hevur kappingin um tryggingarkundarnar verði sera hørð í nógv ár. Men í Føroyum er henda kapping júst byrja.
Fyrr í ár byrjaði Trygd av nýggjum at tekna tryggingar og síðan tá hava fleiri valt at far yvir til »nýggja« tryggingarfelagið.
Fyri at fáa fatur á enn fleiri kundum royna feløgini bæði at gera vart við seg á ymsan hátt.
Eitt stað, sum í øllum førum er sjónligt, er SMS í Havn.
Og tað er júst har Trygd hevur valt at seta upp ein bás hesar dagarnar.
Í gjár og í dag er møguligt hjá fólki at fáa eitt prát við fólk frá Føroya Banka, sum selur tryggingar fyri Trygd, um tryggingarútboðið hjá hesum felag.
Tá vit í gjár fingu orð á bankakvinnurnar í SMS høvdu tær havt nógvar fyrispurningar.
? Fólk vilja fegin hava at vita hvat tað er vit kunnu bjóða og tað siga vit teimum frá.
? So siga vit teimum eisini frá hvussu kundarnir skulu gera, um teir ynskja at tekna trygging hjá P/F Trygd.
Básurin í SMS er opin til klokkan 14 í dag.