Í tveimum samgongum síðani 1994 er avtala gjørd millum samgonguflokkarnar um, at íløgustuðulin til feskfiskaflotan skal fella burtur, nú lóggávan fer úr gildi í mars 1998. Tá hevur íløgustuðulin verið í fimm ár, og flotin hevur havt allar møguleikar at tillaga seg til nýggju umstøðurnar við ongum íløgustuðli.
Tær ytru umstøðurnar hjá flotanum og hjá fiskivinnuni eru góðar í løtuni, og fiskaprísirnir eru góðir. Løtan er tí tann rætta, at sleppa vinnuni burtur úr ótolandi stuðulshaftinum. At halda vinnuni fastari í skeivum strukturi við at varðveita stuðulspolitikkin, er bein kós aftur í 80ini. Og tað kann Sjálvstýrisflokkurin ikki taka undir við. Harafturat kemur, at heldur íløgustuðulin fram, so eiga eisini øll tey skipini at fáa íløgustuðulin aftur, sum mistu hann fyri tveimum árum síðani.
Men hóast allar ávaringar so leggja umboð úr øllum politiskum flokkum, uttan úr sjálvstýrisflokkinum, í dag uppskot fram um framhald av íløgustuðlinum.
Annað vandamál er, at hesin stuðul, sum verður róptur íløgustuðul, í veruleikanum er ein rakstrarstuðul. Hetta doyvir og forðar allari menning og førir bæði til niðurfiskaðar fiskastovnar og til vánaligt búskaparligt úrslit.
Helena Dam á Neystabø