við sær inn í verjumálaráðið, og at hann sprongdi eina lítla bumbu har. Tað er ikki greitt, hví maðurin fór inn í verjumálaráðið og tók gíslarnar har. Verjumálaráðharrin, Mart Laar, var ikki á skrivstovuni [...] Servandir hermenn og løgreglan í estlendska høvuðsstaðnum Tallinn kringsettu í dag ein bygning hjá verjumálaráðnum, tí ein maður hevði tikið tvey fólk gíslar inni í bygninginum. Seinni frættist, at gí
Fleiri túsund grikkar eru uttan fyri tinghúsið í høvuðsstaðnum Athen, har tey mótmæla tiltøkunum, sum stjórnin hevur sett og skal seta í verk fyri at lúka treytirnar fyri at fáa pengar frá ES og Altjóða [...] at tað almenna skal selja burtur av sínum ognum. Stjórnin sigur, at tað slepst ikki undan tiltøkunum, skal Grikkaland ikki fara á húsagang. [...] Altjóða Gjaldoyragrunninum. Harafturat er verkfall um alt landið í dag. Stjórnin hevur lagt uppskot fyri tjóðartingið um eina fimm ára búskaparætlan, sum millum annað fer at elva til hægri skatt og ymsar sparingar
Avgerðin hjá danska Tjóðbankanum í gjár ar lækka rentuna 0,1 prosentstig kemur í gildi í dag. Sostatt er rentan nú 1,05 prosent. Samstundis hevur Evropeiski Miðbankin sett rentuna í evruøkinum til 1,0 prosent [...] rentuna og evrurentuna er komið niður á 0,05 prosentstig. So lítið hevur tað ikki verið fyrr, og danskir greinarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at danska rentan og evrurentan verða tann sama. Tá búskaparkreppan
um í komandi viku. Stýrið fyri Kringvarp Føroya aftrar seg við at fara upp í málið um ætlanina at siga tíðindaleiðaran úr starvi. Ein grundgeving er, at starvsfólkamál hoyra undir stjóranum og ikki stýrinum [...] stýrið, sigur við portalin, at stýrið ikki fer at leggja seg út í starvsfólkamál. - Hinvegin snýr hetta málið seg eisini um fíggjarviðurskifti. Og á ætlaða fundinum í komandi viku fara vit millum annað at
virksemi í Vági er sera nógv minkað. Fyrireikararnir siga, at eitt nú hevur helvtin av fólkunum á Føroya Fiskavirking í Vági verið til arbeiðis í 2½ dag í seinastu viku, annars hevur arbeiði ikki verið á [...] á virkinum fyri tey áleið 100 starvsfólkini í 10 vikur. Enn er ikki avgjørt, nær kunningarfundurin í Vági verður. [...] Arbeiðsloysisskipanin hevði lýst til kunnandi fund í Vági seinnapartin, men vegna forfall verður fundurin av ognum. Á fundinum skuldi ALS kunna fólk um millum annað rættindi og skyldur hjá arbeiðsleysum
við at fáa Kongressina í Washington at samtykkja eina amerikanska veðurlagslóg kunnu lættliga enda við, at altjóða veðurlagsavtalan, sum ætlanin var at semjast um í Keypmannahavn í desember, má bíða til [...] skyldum. Fyrrverandi varaforsetin Al Gore segði í gjár, at tað verður eitt vónbrot, um USA ikki er til reiðar at samtykkja eina altjóða avtalu á ráðstevnuni í Keypmannahavn. [...] sigur amerikanski samráðingarleiðarin í veðurlagsmálum, Todd Stern, við Washington Post. Amerikanskir embætismenn siga við blaðið, at orðini hjá Todd Stern merkja ikki, at USA fer at skáka sær undan sínum
at hann hevði ikki hug at halda fram í politikki, og tí skuldi stjórnin hava ein nýggjan verjumálaráðharra. Tað valið fall á Vinstra-kvinnuna Gitte Lillelund Bech, sum hevur verið formaður í uttanríkispolitisku [...] verjumálaráðharri. Tað kom ikki óvart á nakran, at Lene Espersen bleiv uttanríkisráðharri, tí tað hevur ligið á ljóði leingi, at hon skuldi loysa floksfelagan Per Stig Møller av. Í gjár kunngjørdi Søren Gade
-Hetta er ikki endin, men byrjanin, sigur talsmaðurin við Reuters. Uppreistrarmenninir og sudanska stjórnin hava gjørt fleiri friðaravtalur tey seinastu sjey árini, men tær hava ikki vart leingi. Í seinastuni [...] Uppreistrarfelagsskapurin JEM har suðuri í Sudan sigur seg vera sinnðan at skriva undir eina fyribilsavtalu við stjórnina um frið. JEM er tann størsti uppreistrarfelagsskapurin í landspartinum Darfur, og ein talsmaður [...] seinastuni hava umboð fyri partarnar verið í grannaldninum Tjad og tingast um enn eina friðaravtalu.
Ferðsla Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á Marknagilsvegnum í Havn. Meðan kanningarnar vardu, vóru tað tríggir bilførarar, sum ikki dugdu sær hógv við ferðini á bygdum øki. Vakthavandi [...] á Politistøðini í Havn sigur, at hesir tríggir bilførararnir, sum koyrdu ávikavist 74, 75 og 85 kilometrar um tíman, allir fáa klipp í koyrikortið. Løgreglan er javnan úti við lasaranum, bæði á bygdum [...] óbygdum øki, og tí loysir tað seg best at halda seg innanfyri loyvdu ferðina - um tú altso ikki ætlar tær at fáa klipp í koyrikortið.
Hoyvíkingar fingu ikki stórvegis at siga í Høllini á Hálsi í dag, tá teir spældu fyrru hálvfinaluna móti Neistanum. Neistin var betra liðið gjøgnum allan dystin, og sum minuttirnir gingu, tóktist ein stórsigur [...] á muni, tá avtornaði, og nú skal vilja sera illa til, um Neistin ikki skal spæla seg í steypafinaluna. Bestu málskjúttar hjá Neisatnum í dag vóru Heini Hanusarson og Jugoslav Djumic, sum skutu 7 mál hvør