Trupulleikar við at fáa Kongressina í Washington at samtykkja eina amerikanska veðurlagslóg kunnu lættliga enda við, at altjóða veðurlagsavtalan, sum ætlanin var at semjast um í Keypmannahavn í desember, má bíða til næsta ár.
Tað sigur amerikanski samráðingarleiðarin í veðurlagsmálum, Todd Stern, við Washington Post.
Amerikanskir embætismenn siga við blaðið, at orðini hjá Todd Stern merkja ikki, at USA fer at skáka sær undan sínum skyldum.
Fyrrverandi varaforsetin Al Gore segði í gjár, at tað verður eitt vónbrot, um USA ikki er til reiðar at samtykkja eina altjóða avtalu á ráðstevnuni í Keypmannahavn.










