Málið um væntandi fíggjarkarm til tíðindadeildina verður eitt av evnunum á fundi hjá Kringvarpsstýrinum í komandi viku. Stýrið fyri Kringvarp Føroya aftrar seg við at fara upp í málið um ætlanina at siga tíðindaleiðaran úr starvi. Ein grundgeving er, at starvsfólkamál hoyra undir stjóranum og ikki stýrinum, og haraftrat er stýrið kærumyndugleiki.
Rúni Heinesen, formaður fyri stýrið, sigur við portalin, at stýrið ikki fer at leggja seg út í starvsfólkamál.
- Hinvegin snýr hetta málið seg eisini um fíggjarviðurskifti. Og á ætlaða fundinum í komandi viku fara vit millum annað at viðgera áheitanina frá tíðindadeildini.










