Neistin annað beinið í finaluni

Kvinnurnar hjá Neistanum hava næstan tryggjað sær finalupláss í Coca-Cola kappingini, eftir at tær mikukvøldið vunnu greiðan sigur á Søljuni á Giljanesi.

Søljan var greitt omaná í fyrra hálvleiki av fyrru hálvfinaluni millum kvinnuliðini hjá Søljuni og Neistanum, sum var leikt vesturi á Giljanesi mikukvøldið. Longu áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevði heimaliðið lagt seg á odda við sjey málum, men tað vísti seg ikki at verða nóg mikið til fáa gestirnar til at falla í fátt.

Flúgvandi byrjan hjá heimaliðnum
Heimaliðið fekk eina flúgvandi byrjan upp á dystinum, og leingi sá tað út til, at Neistakvinnurnar blivu sendar suður aftur til Havnar við einum ordans lússingi. Tá ið 20 minuttir vóru leiktir av dystinum, var Søljan á odda 13-6, og Neistin hevði als ikki funnið stevið.
Men so kom vend í, og seinastu løtuna av fyrra hálvleiki tók Neistin seg spakuliga inn aftur á heimaliðið, og tá ið komið var til hálvleiks, høvdu tær minkað so mikið um munini, at leiðslan hjá Søjuni nú einans var tvey mál, 15-13.

Neistin stongdi í verjuni
Eftir steðgin kom fullkomiliga stígur í hjá Søljuni. Gestirnir úr Havn stongdu í verjuni, so at heimaliðið als ikki slapp framat málinum hjá Helenu Poulsen, og tað gingu ikki nærum 18 minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn tað eydnaðist Nicoletu Radu Hansen at skora fyrsta málið hjá Søljuni í seinna hálvleiki, men tá var Neistin longu farin frá vertunum.
Heimaliðið fekk bara seks mál eftir steðgin, meðan gestirnir fingu ikki færri enn 15, og tí hevur Neistin annað beinið í finaluni undan seinnu hálvfinaluni, sum verður leikt á Hálsi 26 januar. Tí tað eru neyvan mong, ið trúgva uppá, at Søljan kann gera Neistanum kynstrið eftir og vinna við sjey málum á útivølli.
Skal Søljan hava nakran møguleika at venda uppgerðini, er neyðugt, at tær í seinna dystinum ikki aftur renna seg í slíkar løtur, har tað gongur drúgv tíð, uttan at tær megna at skora, tí tað hava tær ikki ráð til.

Søljan-Neistin 21-28(15-13)
Søljan: Nicoleta R. Hansen 6, Lina Andriulyte 5, Heidi Maria Akselsen 4, Hertha J. Simonsen 3, Fía Selma Nielsen 2, Jana Jacobsen 1
Neistin: Simona Petersen 9, Annika Thomasen 5, Lív Sørensen 4, Marjun Tróndarson 3, Kára á Dunga 2, Jórun Ludvig 2, Ása á Neystabø 2, Unn Kragesteen 1
Útvísingar: Søljan 4, Neistin 4
Dómarar: Hannis og Uni Wardum