Fingu klipp fyri ov nógva ferð í Havn

Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Havn í gjár, fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið

Ferðsla

Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á Marknagilsvegnum í Havn.
Meðan kanningarnar vardu, vóru tað tríggir bilførarar, sum ikki dugdu sær hógv við ferðini á bygdum øki.
Vakthavandi á Politistøðini í Havn sigur, at hesir tríggir bilførararnir, sum koyrdu ávikavist 74, 75 og 85 kilometrar um tíman, allir fáa klipp í koyrikortið.
Løgreglan er javnan úti við lasaranum, bæði á bygdum og óbygdum øki, og tí loysir tað seg best at halda seg innanfyri loyvdu ferðina - um tú altso ikki ætlar tær at fáa klipp í koyrikortið.