Avgerðin hjá danska Tjóðbankanum í gjár ar lækka rentuna 0,1 prosentstig kemur í gildi í dag. Sostatt er rentan nú 1,05 prosent. Samstundis hevur Evropeiski Miðbankin sett rentuna í evruøkinum til 1,0 prosent.
Tað merkir, at rentuspennið ímillum ta donsku rentuna og evrurentuna er komið niður á 0,05 prosentstig. So lítið hevur tað ikki verið fyrr, og danskir greinarar siga, at tað er ikki óhugsandi, at danska rentan og evrurentan verða tann sama.
Tá búskaparkreppan leikaði harðast á, var rentuspennið millum donsku rentuna og evrurentuna 1,75 prosentstig.










