Kvinnurnar í brennidepilin

Tvær nýskipanir eru, nú danska stjórnin bleiv umskipað. Fyri fyrstu ferð hevur landið fingið eina kvinnu til uttanríkisráðharra, samstundis sum ein onnur kvinna er vorðin verjumálaráðharri.

Tað kom ikki óvart á nakran, at Lene Espersen bleiv uttanríkisráðharri, tí tað hevur ligið á ljóði leingi, at hon skuldi loysa floksfelagan Per Stig Møller av.

Í gjár kunngjørdi Søren Gade, at hann hevði ikki hug at halda fram í politikki, og tí skuldi stjórnin hava ein nýggjan verjumálaráðharra.

Tað valið fall á Vinstra-kvinnuna Gitte Lillelund Bech, sum hevur verið formaður í uttanríkispolitisku nevndini hjá Fólkatinginum.