Servandir hermenn og løgreglan í estlendska høvuðsstaðnum Tallinn kringsettu í dag ein bygning hjá verjumálaráðnum, tí ein maður hevði tikið tvey fólk gíslar inni í bygninginum. Seinni frættist, at gíslarænarin hevði tikið lívið av sær, og at gíslarnir vóru óskalaðir.
Ein talsmaður fyri estlendska verjumálaráðið sigur, at gíslarænarin, sum er fyrrverandi hermaður, hevði spreingievni við sær inn í verjumálaráðið, og at hann sprongdi eina lítla bumbu har.
Tað er ikki greitt, hví maðurin fór inn í verjumálaráðið og tók gíslarnar har. Verjumálaráðharrin, Mart Laar, var ikki á skrivstovuni, sigur løgreglan.