Søgulig myndaframsýning um upprunan av SALT

Vit fegnast um at kunna vísa fram eina serliga myndarøð frá 1938, tá saltsiloin varð bygd. Myndarøðin er ein søguligur dýrgripur, sum gevur okkum vitan um hvussu húsið varð bygt og hvussu vakur arkitekturur kann vera, skrivar Salt á vanga sínum á facebook.

 

Fernisering var í dag kl. 16, og Salt skrivar soleiðis:

 

Vit vilja takka hjartaliga fyri góða luttøku til framsýningina í dag. Tað var ein sonn gleði at deila hesa serligu myndarøðina frá 1938 við tykkum – og ikki minst at síggja so mong taka lut og vísa áhuga fyri søguni.

 

Myndaframsýningin heldur fram hetta vikuskiftið.

 

Opið:

 

Fríggjadagin kl. 15:00 – 18:00

 

Leygardagin kl. 10:00 – 15:00

 

Sunnudagin kl. 14:00 – 17:00

 

Ókeypis atgongd.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##