eisini, at ferðafólk av "fastlandinum" tora at taka bilin við, uttan at óttast at bilurin stendur eftir í Klaksvík. Eisini høvdu handilsmenn spart tíð at avheinta umboðsmenn, sum koma at vitja. At seinasta [...] til orð. Tó hoyrist at samgongan ætlar at skjóta upp, á eykafíggjarlóg fyri í ár, at seta av pengar til undirsjóvartunnil. Tað er at gleðast yvir, at samgongan skilir tídningin at av seta pengar av í góðari [...] og undirsjóvartunnil. Tað eru gott at síggja, at uppskot og skriving í bløðunum fær samgonguna at broyta ætlan. Broyti ferðaætlanina Trupulleikin í dag er, at Dúgvan ikki tekur allar bilarnar, sum skulu
Grønlendsku feløgini hava gjørt sína uppgávu, men ásanna, at tey fáa einki svar. Tey duga tískil ikki at síggja, at meira er at gera hjá teimum. Av ókendum orsøkum, sigur Anfinn, eru málini hesaferð ikki [...] Viking í Kollafirði, sigur, at tað eru grønlendsku feløgini, sum hava til uppgávu at fáa viðurskiftini við myndugleikarnar uppá pláss, soleiðis at føroysku skipini kunnu sleppa at fiska í Grønlandi. - Grønlendsku [...] avtaluni í ár. Heystið áhugavert Anfinn vísir á, at tað er ógvuliga umráðandi hjá einum felag, sum hevur rækjuskip, at leggja fiskiárið til rættis, soleiðis at alt hongur saman. - Vit skulu hava reiðskap til
eigur tí at vera varin og ansa sær, at hann ikki spennir bein fyri heldur enn at stuðla. At fokusera upp á eina útsøgn sum hana, at pedagogútbúgvingin sendir fólk út á marknaðin, sum als ikki áttu at verið [...] Danmark og er komin heim at gera sína útbúgving lidna, heldur, at krøvini eru lægri her, men at tað tó "er blivið betri", sum hon visti at siga. Hesar útsagnir vóru nóg mikið til, at ein ágrýtin journalistur [...] Vit hoyrdu nú her útvarpinum, at tvey fólk høvdu úttalað seg so negativt um pedagogútbúgvingina í Føroyum, eitt nú at hon er vánalig, fólk koma út við prógvi, sum ikki áttu at verið sloppin ígjøgnum, og ein
eftir til at gjalda klókum fólki fyri at halda skil á landsins viðurskiftum. Tað er eyðsýnt, at ikki er lætt vera politikkari. Hann skal syngja sum ein eingil, helst duga at sparka ein bólt, at mála ein [...] einaferð afturat. Og av beiskum royndum áttu vit at minst til, at endamál bankans er at vinna pening til partaeigarnar okkum ið av hepnari tilvild eru umboðað av júst hesum somu strongdu politikarum. Karrussellin [...] eygfara, hvør fer at sita kúrrur sum haran, til teir ringastu brotasjógvarnir hava lagt seg aftur. Áttu vit ikki øll, og serliga politikkarar at ána vandarnar og gjørt móttiltøk, tá ein táverandi bankastjóri
Koronakreppan vísti í grundini, at tey samfeløgini, sum stremba eftir at tryggja øllum sama rætt til heilsu og tryggleika, ikki bara eru tey rættvísastu, men eisini tey sterkastu. Samanhald og samhaldsfesti [...] verri. Í USA og Brasil er at kalla einki tamarhald á støðuni, og serliga tey á samfelagsins lægstu rókum eru í stórum vanda. Tað eru fólkini uttan privatar sjúkratryggingar. Tey, sum búgva í trongum og óhóskandi [...] vælferðarsamfeløgunum eru nógv betri brynjaðar til at standa ímóti, tá heilsukreppa rakar. Júst tí at vit øll eru í somu skipan. Vit øll eru í sama báti. Og av tí at starvsfólkið gjøgnum áratíggju hava ment tænastur
felagið aftur hevði nýggjar ungar leikarar at seta við. Eftir dystin sunnudagin má fyribils niðurstøðan vera eitt greitt nei. Ikki tí, einki er at ivast í, at felagið eigur fleiri ungar og evnaríkar leikarar [...] kunnu tey bert hyggja at, hvussu samlaða býtið av heiðursmerkjum var undanfarna ár. Ungu leikararnir hava tó tørv á tíð, har teir spakuliga kunnu búnast, og í øllum førum kann ikki krevjast, at teir b [...] bóltin í málið. Royndu at trýsta Í seinna hálvleiki royndu runavíkingarnir at trýsta sumbingarnar enn meira, men hóast nakrir málmøguleikar nú spurdust burtur úr, so megnaðu sumbingarnir at halda málið reint
seinast. Fólk vilja gjarna hava, at vit vinna, og tá ið vit ikki vinna, so vísa tey sína misnøgd. Tað skulu tey hava loyvi til. Vit mugu bara líta frameftir og royna at venda gongdini, sigur Jón Rói Jacobsen [...] varð dømdur at verða rangstaddur, og málið var kolldømt. 10 minuttir inn í seinna hálvleiki valdi venjarin at skifta Jón Róa út, og Súni Olsen kom á vøllin í staðin fyri hann. - Eg haldi ikki, at eg spældi [...] spældi so illa, at tað var neyðugt at taka meg út, men eg veit ikki, hví eg var skiftur út, sigur Jón Rói Jacobsen. Heldur tú at avrikið hjá tær og liðnum sunnudagin kunnu ávirka tína støðu á liðnum? - Tað
vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.” Lat hetta vera tykkum ein ugga, tóat at saknurin er svárur, at vit øll skulu [...] nógv barnagleði og áttu vit eitt sera gott og trygt heim. Tað vóru 4 ár ímillum okkum báðar, og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari. Tú vart bara 18 ár, tá tú flutti út til Jákup at búgva; hann var sjómaður [...] spæla býtt, so tú fekst okkum øll at flenna í tárum at tær. Eg minnist tá eg fortaldi tær, at vit skuldu taka ring uppá. Tú var skjót og spurdi, um tú kundi koyra teir á. Sjálvandi mátti tú spæla prestur
síðani, at StÍF vann steypafinaluna hjá monnum á nýklaktu føroyameistarunum úr VÍF. Havandi hetta í huga, og so tað, at teir nú liggja til at vinna bronsuna, so kann ikki sigast annað, enn at árið er á [...] veteranunum hjá strandingum, Alexandur Johansen, at um bara teir vunnu finaluna, so var árið bjargað. Tað gjørdu teir so, og nú liggja teir so eisini til at fáa heiðursmerkir í landskappingini, so nú stendur [...] stendur væl til hjá StÍF. Í Neistanum hava tey hinvegin langt síðani avskrivað árið í ár, og tey eru farin undir at fyrireika seg til komandi kappingarár. Ein danskur venjari, ið hevur føroyska konu, sum
Borg heldur ikki, at húsini, sum eru í sera ringum standi, eru nakað prýði fyri Argir, men hann heldur kortini ikki, at øll húsini áttu at verið niðurtikin. Hann kundi hugsað sær, at partar av húsunum [...] Borg heldur, at tað hevði verið rætt at eindurreist spitalska hospitalið og sett lutirnar, sum eru varðveittir, inn í rúmini. Hann leggur afturat, at tað hevði eisini verið ein møguleiki at gjørt eitt slag [...] sigur í tíðindaskrivi, at húsini, sum kommunan keypti í 2006, verða tikin niður, tí tey eru í sera ringum standi og ikki verða mett verd at byggja uppaftur. Víst verður eisini á, at minnisvarðin fær betri