Jón Rói gjørdi sjálvmál og varð tikin út

- Eg haldi ikki, at eg spældi so illa, at tað var neyðugt at taka meg út, men eg veit ikki, hví eg var skiftur út, sigur Jón Rói Jacobsen, sum gjørdi sjálvmál í tapinum hjá AaB í gjár. Heimaáskoðararnir bríkslaðu eftir AaB-spælarunum eftir tapið á heimavølli


Sunnudagurin var ein dagur, sum føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen vil leggja aftur um seg sum skjótast.
Hann var við frá byrjan, tá ið AaB spældi ein vánaligan dyst ímóti FC Nordsjælland og tapti heili 4-2. Jón Rói var so óheppin at skora eitt av málunum fyri mótstøðuliðið. Eitt innlegg var sent inn ímóti AaB-málinum, og har hevði Jón Rói eftir øllum at døma høvdið á bóltinum, sum streyk í málið til 2-1 til FC Nordsjælland.
- Eg haldi, at eg líka snittaði bóltin, og eg má taka mín part av ábyrgdini fyri málið. Men eg haldi eisini, at málmaðurin kundi tikið størri ábyrgd í støðuni og komið út eftir bóltinum, sigur Jón Rói Jacobsen.
- Hatta var ikki gott. Vit spæla ikki væl og tapa á heimavølli. Hetta er ein øgilig ring byrjan hjá okkum, sigur hann og staðfestir, at AaB ikki hevur vunnið í superliguni higartil í ár.
 
Varð skiftur út
Nakrar fáar minuttir eftir sjálvmálið sendi Jón Rói bóltin í málið hjá FC Nordsjælland eftir eina góða frísparkskombinatión, men hann varð dømdur at verða rangstaddur, og málið var kolldømt.
10 minuttir inn í seinna hálvleiki valdi venjarin at skifta Jón Róa út, og Súni Olsen kom á vøllin í staðin fyri hann.
- Eg haldi ikki, at eg spældi so illa, at tað var neyðugt at taka meg út, men eg veit ikki, hví eg var skiftur út, sigur Jón Rói Jacobsen.
Heldur tú at avrikið hjá tær og liðnum sunnudagin kunnu ávirka tína støðu á liðnum?
- Tað kann vera, men tað er ilt at siga. Eg havi ikki fingið nakað at vita frá venjaranum um, hví hann skifti meg út, men eg helt meg spæla hampuliga væl, hóast eg gjørdi eitt sjálvmál.
 
Áskoðararnir misnøgdir
AaB hevur ikki megnað at vunnið í superliguni í ár. Liðið hevur fleiri ferðir verið um reppið at tapa, men hevur bjargað sær tríggjar  javnleikir í land. Sunnudagin eydnaðist tað ikki, hóast AaB tvær ferðir kom afturíaftur. Tá ið FC Nordsjælland kom fram um 3-2, datt alt sundur hjá AaB, og so vann FC Nordsjælland 4-2.
Eftir dystin sunnudagin bríkslaðu teir misnøgdu heimaáskoðararnir eftir AaB-liðnum.
- Soleiðis var tað eisini eftir javnleikin á heimavølli seinast. Fólk vilja gjarna hava, at vit vinna, og tá ið vit ikki vinna, so vísa tey sína misnøgd. Tað skulu tey hava loyvi til. Vit mugu bara líta frameftir og royna at venda gongdini, sigur Jón Rói Jacobsen.
 
Trupul uppgáva fyri framman
AaB liggur ovarliga á stigatalvuni, men felagið hevur mist sambandið við feløgini frammanfyri. Næsta uppgávan er kanska tann truplasta í donsku superliguni í løtuni, tí AaB spælir á útivølli ímóti Brøndby.
- Tað verður ein hørð uppgáva, men tað kann bera til at fáa nakað burtur úr dystinum, heldur Jón Rói Jacobsen.
Hann vónar, at liðið kann venda skeivu gongdini sum skjótast.
- Lagið er einki serligt í løtuni, og tað er keðiligt, tá ið tað ikki gongur væl, sigur Jón Rói.
Hin føroyski spælarin í AaB, Súni Olsen, kom á vøllin fyri Jón Róa, og hann spældi á vinstra bakki seinasta hálvan tíma. Súni hevði eitt langskot, sum fór fram við málinum, men annars hevði AaB ikki nógv at bjóða hendan seinasta partin av dystinum.