Eftir eina ógvuliga trilvandi byrjan upp á kappingarárið sær tað nú út til, at StÍF fer tryggja sær heiðursmerkir, tá ið kappingarárið er av. Strandingar fingu annars eina sera vánaliga byrjan upp á árið, og teir lógu leingi einsamallir í botninum saman við Neistanum. Men liðið hevur virkað væl í endaspælinum, og tað hevur lyft strandingar upp á eitt heiðursmerkjapláss.
Katastrofal byrjan hjá Neistanum
Sunnudagin var StÍF á vitjan hjá Neistanum í Havn, og tað endaði við einum tryggum sigri til strandingar.
Ein av høvuðsorsøkunum til, at sigurin hjá StÍF gjørdist so mikið tryggur sunnudagin, var tann, at Neistin fekk eina katastrofala byrjan upp á dystinum. Meðan strandingar heilt skjótt fingu hol á málskjótingina, so kann tað sama ikki sigast um heimaliðið.
Einki riggaði hjá Neistanum fyrstu løtuna, og frustratiónirnar vóru sjónligar. Antin vóru atsóknirnar á StÍF-málið ikki nóg neyvar, ella var tað ein vælleikandi Marian í málinum, sum tók sær av teimum. Undir øllum umstøðum eydnaðist tað so ikki Neistanum at fáa hol, fyrr enn fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin. Tá ið hevði StÍF longu lagt seg á odda 7-0, og tað var hesa leiðslu, sum Neistin ongantíð megnaði at vinna innaftur.
Gamaní royndu neistamenninir at koma aftur í aftur, men fyri steðgin megnaðu teir ongantíð at minka um leiðsluna hjá StÍF.
Eftir steðgin fekk heimaliðið tó betur skil á verjuna hjá sær, og tað gav eisini úrslit. Neistin tók seg nú nakað inn á strandingar, men tað var tó ongantíð nóg mikið til, at sigurin hjá StÍF nakrantíð var í vanda. Tað nærmasta, ið Neistin kom, var tá ið Ólavur Brimnes um miðjan seinna hálvleik minkaði niður í 18-20, tí tá tóku strandingar seg um reiggj aftur og fingu endaliga avgjørt dystin til egnan fyrimuns.
Gott kappingarár hóast alt
Leygardagin var júst ein mánaði síðani, at StÍF vann steypafinaluna hjá monnum á nýklaktu føroyameistarunum úr VÍF. Havandi hetta í huga, og so tað, at teir nú liggja til at vinna bronsuna, so kann ikki sigast annað, enn at árið er á eini leið hjá strandingum, hóast tað sá rættuliga svart út tíðliga í kappingini
Í samrøðu við Sosialin í sambandi við steypafinaluna segði ein av veteranunum hjá strandingum, Alexandur Johansen, at um bara teir vunnu finaluna, so var árið bjargað. Tað gjørdu teir so, og nú liggja teir so eisini til at fáa heiðursmerkir í landskappingini, so nú stendur væl til hjá StÍF.
Í Neistanum hava tey hinvegin langt síðani avskrivað árið í ár, og tey eru farin undir at fyrireika seg til komandi kappingarár. Ein danskur venjari, ið hevur føroyska konu, sum hevur sínar røtur í Neistanum, hevur verið í Føroyum og hugt nærri at umstøðunum í felagnum, og sum skilst eru samráðingarnar millum danan og Neistan komnar rættuliga væl áleiðis.
Neistin-StÍF 25-31(8-15)
Neistin: Damir Oros 5(1), Freddie Poulsen 4, Tróndur Kragesteen 4, Blagoje Buha 4(2), Ólavur Brimnes 3, Áki Mørk 3, Dan Thorleifsson 2
StÍF: Sveinur Justinussen 9(3), Borgar Danielsen 5, Leivur Justinussen 5, Bent Djurhuus 4, Artur Johansen 4(2), Hávardur Trúgvason 2(1), Bárður Danielsen 1, Pauli G. Hansen 1
Brotskøst: Neistin 5(3), StÍF 9(6)
Útvísingar: Neistin 2, StÍF 3
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen










