Avtalur
Í nøkur ár hevur staðið í sínámillum fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland, at reiðaríir kunnu keypa ófiskaðar kvotur frá hvørjum øðrum. Hesar avtalur skulu kortini góðkennast av myndugleikunum, áðrenn tær kunnu praktiserast.
Nøkur føroysk rækjuskip hava gjørt brúk av hesi avtalu og hava keypt kvotur frá grønlendskum reiðaríum. Grønlendskir myndugleikar hava áður góðkent hesar avtalur, men í ár er líkt til, at myndugleikarnir har yviri draga avgreiðsluna ? av ókendari orsøk.
- Í mai gjørdu vit avtalu við reiðaríið, Polar Seafood í Nuuk, um keyp av eini 700-800 tonsum av rækjum í Eysturgrønlandi. Vit vita eisini um annað føroyskt felag, sum hevur gjørt líknandi avtalu við Royal Greenland. Men í báðum førum er stígur komin í, tí eingin góðkenning er komin frá grønlendsku myndugleikunum.
Ókendar orsøkir
Anfinn Dam, sum starvast á skrivstovuni hjá Arctic Viking í Kollafirði, sigur, at tað eru grønlendsku feløgini, sum hava til uppgávu at fáa viðurskiftini við myndugleikarnar uppá pláss, soleiðis at føroysku skipini kunnu sleppa at fiska í Grønlandi.
- Grønlendsku feløgini hava gjørt sína uppgávu, men ásanna, at tey fáa einki svar. Tey duga tískil ikki at síggja, at meira er at gera hjá teimum.
Av ókendum orsøkum, sigur Anfinn, eru málini hesaferð ikki viðgjørd í grønlendska heimastýrinum ? og enn minni avgreidd.
Í tvey fylgjandi ár hevur rækjutrolarin, Arctic Viking, fiskað av keyptari kvotu í Grønlandi, bæði í Eysturgrønlandi og Vesturgrønlandi.
- Vit skilja ikki, hví myndugleikarnir í Grønlandi hava drálað so leingi við avtaluni í ár.
Heystið áhugavert
Anfinn vísir á, at tað er ógvuliga umráðandi hjá einum felag, sum hevur rækjuskip, at leggja fiskiárið til rættis, soleiðis at alt hongur saman.
- Vit skulu hava reiðskap til ymisku leiðirnar, og vit skulu hava pakning eina tíð fram. Tú fert ikki bara til Grønlands soleiðis uttan víðari, sigur hann.
Virkandi reiðarin vísir á, at tá ið rúm er givið fyri slíkum avtalum í sáttmálanum millum londini, væntar felagið eisini, at hesar kunnu fáast undir land í rímiligari tíð, soleiðis at nytta er í teimum.
- Vóru viðurskiftini við myndugleikarnar komin uppá pláss tíðliga í summar, hevði einki verið til hindurs hjá okkum at fiskað eini 700-800 tons av keyptari kvotu, tí fiskiskapurin í Eysturgrønlandi hevur verið hampiliga góður.
Anfinn sigur, at tað serliga er heystið, sum er attraktivt í Eysturgrønlandi, tí tá flytir ísurin seg av leiðum, sum hava ligið óroyndar. Tá ið árið fer at halla, tekur ísurin seg uppaftur á hesum leiðum.
- Ymiskt er, hvussu árini vignast, og torført er at siga neyvt, nær besta tíðin er, men í august í fjør fingu skipini nógvar rækjur á hesum leiðum, sigur hann.
Stóran týdning
Anfinn leggur dent á, at nú rækjuflotin liggur í andaleypi, hava slíkar avtalur velduga stóran týdning fyri, hvussu árið roynist.
- Sluppu vit at fiska eini 500 tons av nevndu kvotu nú í heyst, hevði hetta bjargað okkum árinum.
Hann vísir á, at tað er stórur munur á at fiska rækjur á
Flemmish Kap fyri 8-9 kr. fyri kg. og so at fiska rækjur í Eysturgrønlandi fyri einar 20-25 kr. fyri kg.
- Sjálvt um vit gjalda eina ávísa upphædd fyri kilo av keyptu kvotuni, er talan um góðar avtalur fyri rækjuskipini, sigur Anfinn Dam á skrivstovuni hjá Arctic Viking í Kollafirði.