Hetta er sjálvandi ein trupulleiki. Heldur ikki vildu teir taka undir við uppskoti frá m.a. Sambandsflokkinum fyri at bøta um trupulleikan. Hetta uppskot bleiv felt av samgonguni, sum telur 3 av 4 norðoyatingmonnum og 3 av 8 landsstýrismonnum úr norðoyggjum. So viljin røkkur ikki longur enn til orð.
Tó hoyrist at samgongan ætlar at skjóta upp, á eykafíggjarlóg fyri í ár, at seta av pengar til undirsjóvartunnil. Tað er at gleðast yvir, at samgongan skilir tídningin at av seta pengar av í góðari tíð. Serliga tá vit hava í huga, at samgongutingmenn fyri 3 vikum síðan skýrdu sambandsflokkin og javnaðarflokkin fyri at vera óseriøsar, tí teir skutu upp, at seta pengar av til Klaksvíksleiðina og undirsjóvartunnil. Tað eru gott at síggja, at uppskot og skriving í bløðunum fær samgonguna at broyta ætlan.
Broyti ferðaætlanina
Trupulleikin í dag er, at Dúgvan ikki tekur allar bilarnar, sum skulu við. Tí standa bilar, farmur og fólk alt ov ofta og bíða í tímavís, áðrenn tey sleppa um fjørðin. Ásannandi at tað ganga fleiri ár til undirsjóvartunnil kemur, havi eg gjørt eitt uppskot til broyting av ferðasambandinum. Um Dúgvan siglur pendulfart allan dagin, ber til at fáa ein eykatúr mitt á degi. Hetta hevði bøtt munandi um hjá norðingum. Øll vita, at trupulleikin er um dagin. Tí loysur tað ongan trupulleika at sigla meira seint á kvøldi. Tí kundi hetta uppskot bøtt munandi um ferðasambandið.
Hetta ger eisini, at ferðafólk av "fastlandinum" tora at taka bilin við, uttan at óttast at bilurin stendur eftir í Klaksvík. Eisini høvdu handilsmenn spart tíð at avheinta umboðsmenn, sum koma at vitja. At seinasta fráferð er heldur seinni, hevði verið stór hjálp til ítróttarfeløgini, sum brúka nógvar pengar til at leiga bát um fjørðin. Allar spardar útreiðslur koma norðingum til góðar.
Eitt hugskot kundi verið, at trailarar og størri bilar áttu framíhjárætt onkran túr, meðan privatbilar áttu framíhjárætt aðrar túrar. Hetta hevur verið roynt um Vestmannasund. Øll avmarking er óheppin, men um tað gagnar heildini eigur møguleikin at kannast. Ein bíleggingarskipan hevði eisini komið væl við.
Tað kann gerast ein trupulleiki at sigla allan dagin. T.d. er vanligt, at skip noyðast at rætta brek í motorinum o.l. av og á. Tí kann gerast neyðugt við styttri steðgi av og á. Men als ikki regluliga. Um onkur túrur onkran dag má avlýsast er betur enn als ongan túr at hava.
Nýggj ferðaætlan kemur í gildi 1. januar. Tíð er neyðugt at arbeiða skjótt, um Strandferðslan skal ávirkast.
Uppskot til broyting Verðandi ferðaætlan
Úr Úr Úr Úr
Klaksvík Leirvík Klaksvík Leirvík
6 0 6 45 5 50 6 45
7 30 8 15 7 30 8 10
9 0 9 45 8 55 9 35
10 30 11 15 10 30 11 10
12 00 12 45 13 0 13 40
13 30 14 15 14 20 15 5
15 00 15 45 15 50 16 35
16 30 17 15 17 20 18 5
18 00 18 45 19 0 19 40
19 30 20 15 20 15 20 50
21 00 21 45
N.B. Hvør túrur er í broyttu ferðaætlanini 45 minuttir og arbeiðsdagurin 45 minuttir longri.