Pedagogútbúgvingin

Hvør útbúgvingarstovnur kann tryggja sær bert at senda "egnaði" fólk út í samfelagið ?

Ása Hátún



Vit hoyrdu nú her útvarpinum, at tvey fólk høvdu úttalað seg so negativt um pedagogútbúgvingina í Føroyum, eitt nú at hon er vánalig, fólk koma út við prógvi, sum ikki áttu at verið sloppin ígjøgnum, og ein persónur, sum hevur lisið í Danmark og er komin heim at gera sína útbúgving lidna, heldur, at krøvini eru lægri her, men at tað tó "er blivið betri", sum hon visti at siga.
Hesar útsagnir vóru nóg mikið til, at ein ágrýtin journalistur heldur seg hava eina søk og fer í hernað.
Sjálvandi er tað uppgávan hjá fjølmiðlunum at hava eitt vakið eyga við øllum málum av týdningi í okkara samfelag, og eisini skúlaverkið má tola at verða lagt undir luppin. Men tá eitt álvarsmál sum pedagogútbúgvingin, hetta grundstøðið í okkara undirvísingarskipan, verður tikið upp til almenna viðgerð, má tað vera eitt krav, at journalisturin hevur eitt kvalifiserað innlit í viðurskiftini, og at hon/hann í slíkum uppleggi til eitt møguligt kjak fer bæði í djúpd og breidd í staðin fyri á so smølum grundarlagi bert at gera ein kortlutan og aggresivan vørr, sum so er tað, ið fólk sita eftir við.
Sjálvur mentamálaráðharrin var eisini í andglettinum. Tað var ikki nógv, hann fekk orðið fyri seg; men eins og Pauli Nielsen, rektari, í fyrru samrøðu greiddi frá, váttaði Jógvan á Lakjuni, at lærara- og pedagogútbúgvingin í hesum døgum verða endurskoðað, og at arbeiðið skal vera liðugt til heystar.
Í áratíggir hevur tað regluliga verið frammi, at føroyskur skúlaskapur alt ov lítið byggir á heimliga grund, men meira bert er ein endurspegling av donskum viðurskiftum. Pedagogútbúgvingin er ein ungur táttur í føroyskum skúlaskapi, har námsføðiliga og listarliga væl skikkað fólk nú í eitt áramál við støðugum atliti eisini til tíðarrákið uttan um okkum hava lagt sál og orku í at menna eina skipan, hvørs fyrsta endamál er kunna veita børnum og ungum á øllum førleikastigi best møguligt andaligt og handaligt støði til at kunna liva væl í hesum landi. Skúlin er enn í sínari royndartíð, sum allur skúlaskapur eigur at vera tað. Framhaldandi hava tey, sum hava hetta uppalingarvirksemi um hendur, regluligar eftirmetingar um gongdina, og hugaligt er tað hjá teimum, at pedagogiskir próvdómarar uttanífrá hava givið hesum føroysku skúlaroyndum síni allarbestu skoðsmál.
Fjølmiðlaheimurin eigur tí at vera varin og ansa sær, at hann ikki spennir bein fyri heldur enn at stuðla. At fokusera upp á eina útsøgn sum hana, at pedagogútbúgvingin sendir fólk út á marknaðin, sum als ikki áttu at verið sloppin ígjøgnum nálareygað, má vera sera ørkymlandi fyri pedagogiskar stovnar og teirra avvarandi, tí hvør veit, um ikki júst teirra stovnur nú kann hava "trekt ein nittara". Vit kunnu her seta spurningin: Hvussu stendur til við øðrum fólki, eitt nú miðnámslærarum, prestum, løgreglufólki, journalistum etc., sum at kalla øll hava sína útbúgving úr Danmark, kunnu teirra prógv altíð veita trygd fyri dugnaskapi í verki?
Tað er nú at vóna, at fjølmiðlarnir fara at taka hetta týdningamikla evnið upp til viðgerðar aftur til heystar, tá endurskoðanin av lærara- og pedagogútbúgvingin liggur á borðinum, har skúlaverkið sum heild og umboð fyri allar brúkarar sleppa til orða.