VIDEO: Spania tryggjaði sær fimta plássið og harvið HM-luttøku (U17 EM)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Eysturríki-Spania 1-6

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF

FSF skrivar:

 

Við einum tryggum 6-1 sigri á Eysturríki, endaði Spania nummar 5 í EM endaspælinum. Sigurin hevur eisini við sær, at spaniólar hava tryggjað sær pláss í HM endaspælinum, sum verður í Marokko í heyst

 

Á middegi var skjøtul settur á størsta fótbóltsdagin í hesum EM endaspælinum. Lagt var fyri klokkan 12, tá Eysturríki og Spania fóru á Tórsvøll at dystast um eitt pláss í HM endaspælinum fyri U17 landslið við gentum, sum verður í Marokko í heyst.

 

Og tað verða spaniólar, ið fara til HM. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 6-1 sigur til Spania, sum var á odda 2-1 í hálvleikinum. Skrivar FSF.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Eysturríki-Spania 1-6 (1-2):

 

##med2##

 

Mynd: Hans Erik Danielsen, FSF