Eftir at Tórshavnar kommuna í farnu viku boðaði frá, at eini av teimum elstu húsunum á Argjum verða tikin niður, hevur nógv orðaskifti verið á sosialu miðlunum um, hvørt tað er rætt at taka húsini niður. Talan er um húsini á Argjavegi 7, sum standa beint við minnisvarðan um fyrstu niðursetufólkini á Argjum og við kirkjugarðin hjá Argja hospitali.
Argjamaðurin Eyðun á Borg heldur ikki, at húsini, sum eru í sera ringum standi, eru nakað prýði fyri Argir, men hann heldur kortini ikki, at øll húsini áttu at verið niðurtikin. Hann kundi hugsað sær, at partar av húsunum vórðu brúktir til at endurreisa spitalska hospitalið á Argjum.
- Eg kundi hugsað mær, at grótgrundin og kanska stórviðurin, um hann ikki er ov illa farin, verða brúkt til at endurreisa gamla, spitalska hospitalið á staðnum, ið bara er nakrar heilt fáar metrar haðani, sum hospitalið fyri tey við spitalskusjúku, stóð í sínari tíð, sigur Eyðun á Borg.
Hann vísir á, at fleiri tekningar eru til av gamla hospitalinum á Argjum. Tær elstu eru frá 1697 og tær nýggjastu frá 1817. Tekningarnar eru við mátum av øllum rúmum á hospitalinum, har tað vóru 12 seingjarpláss.
Eyðun á Borg leggur afturat, at fleiri lutir, sum vóru á spitalska hospitalinum, eru varðveittir. Millum annað er talan um ein 300 ára gamlan ovn, sum hann heldur, at tað hevði borið til at umvælt og sett inn aftur í eitt endurreist hospital.
Eisini silvurstakarnir, sum standa í kapellinum á Landssjúkrahúsinum, eru frá gamla spitalska hospitalinum, og kalikkurin og diskurin, sum eisini vóru á spitalska hospitalinum, eru í dag í kirkjuni í Nólsoy.
Eyðun á Borg heldur, at tað hevði verið rætt at eindurreist spitalska hospitalið og sett lutirnar, sum eru varðveittir, inn í rúmini.
Hann leggur afturat, at tað hevði eisini verið ein møguleiki at gjørt eitt slag av bygdasavni ella Argjasavni í spitalska hospitalinum, har lutir hjá grótmonnum, jarnsmiðum og knívsmiðum, sum tað hava verið nógvir av á Argjum, eisini kundu verið sýndir fram.
Tórshavnar kommuna sigur í tíðindaskrivi, at húsini, sum kommunan keypti í 2006, verða tikin niður, tí tey eru í sera ringum standi og ikki verða mett verd at byggja uppaftur. Víst verður eisini á, at minnisvarðin fær betri pláss, nú húsini verða tikin niður.










