var tað Jonhard Hammer kom aftur frá arbeiði, og hann sat ikki á boðunum og leyp í telefonina. Gott fyri hana! Tí hann fekk fatur á Rudolfi og síðan fekk Føroya fólk at vita, hvussu seint fólk starvast á [...] at fara á hotel at búgva. ? Nei, nei. Tað má bíða til eina aðru ferð. Tað havi eg fingið lovað frá teimum í Sjónvarpinum. Ætlar at satsa Men hvussu nógvar pengar er tú nøgd við, ætlar tú at satsa? ? Eg hevði
skjótt og skulu tí skiftast út við jøvnum millumbilum, og so gerst alt enn dýrari fyri kommunurnar. Spurdu Statoil um hjálp Fyri eini tíð síðani fekk Statoil fyrispurning frá einum skúla, um teir vildu verða [...] 47 teldum. Í Noregi eru arbeiðsuppgávurnar so krevjandi, at teir høvdu nýggjar teldur fyri neyðini. Og í staðin fyri at beina hesar teldurnar burtur, vórðu tær savnaðar inn og sendar til Føroya. Hóast Statoil [...] framstigunum. Hann segði, at í staðin fyri at hava eina marknaðardeild í hvørjum landi, so er alt miðsavnað á einum stað. Og henda marknaðardeildin stendur so fyri allari marknaðarføring í eitt nú norðurlondum
Bara ein av teimum smáu hevði eitt boð upp á eina samgongu: ? Mær dámar ikki hasa amerikaniseringina av valstríðnum, sum tit leggja upp til við at tosa um løgmansevni longu nú í staðin fyri at tosa um politikk [...] m sum grundstuðlum, ið fer at stjórna landinum, eftir at løgtingsvalið er av 30. apríl. Hóast tað fyri almenningin hevur tykist buldraligt, so var hetta ikki metingin hjá Óla Breckmann, formanni í tingbólki [...] verið verri í nógvum samgongum, enn tað hevur verið í hesari, segði Óli Breckmann, sum ikki duldi fyri, at hann hevði áhuga at halda fram í einari borgarligari samgongu. Og formaðurin í tingbólkinum hjá
saman. ? Hvat er hetta fyri nakað, spyr Niels Pauli Danielsen. ? Og hygg eftir oljuvinnuni. Vit standa frammanfyri einari av teimum størstu avbjóðingum okkara samfelag hevur verið fyri - oljuvinnuni. ? Útlendsk [...] Tað er fallið Niels Paula Danielsen fyri bróstið, at Edmund Joensen løgmaður hevur skrivað út nýval. Ikki tí, hann er óivað glaður fyri at valið kemur, men tað er tíðspunktið honum ikki dámar. ? Hatta [...] stilluviku. ? Tað er at vanvirða kirkjufólk, sigur Niels Pauli Danielsen. ? Løgmaður heldur Føroya fólk fyri tað turra spott, tí hann er fornermaður inn á sínar veljarar. ? Hann átti at spurt landsstýrið eftir
fólkafloksins, nú Óli Breckmann hevur markerað fólkaflokkin seinastu tíðina. Jógvan Sundstein er ein av teimum fólkafloksmonnunum, sum halda, at bæði málburðurin og atburðurin hjá Óla Breckmann kann koma at skaða [...] Óla Breckmann, nú hesin hevur lagt eftir starvsfólkunum á almennum stovnum so sum Strandferðsluni og fyri ikki langari tíð síðani, eisini starvsfólkunum á Almannastovuni. Jógvan Sundstein heldur tað annars [...] tú ikki, at Óli Breckmann við sínum sera skendsku álopum á m.a. fólk í almennum størvum setir fót fyri sínum egnu partamonnum, sum fegnir vilja hava atkvøður frá hesum somu fólkum? -Jú. Tað skal eg ikki
bara hugsa um, hvussu alt kann miðsavnast í Suðurstreymoy. Tað er ikki gott fyri samfelag okkara, at onki verður gjørt fyri útjaðaraøkini. Tí úrslitið er, at tey, sum flyta aftur til Føroya, flyta aftur [...] sum fer fram. Tey, ið veruliga hava hjálp fyri neyðini, verða gloymd. Fakfeløgini hava altíð hildið uppá, at vit skulu hava eitt gott og trygt samfelag fyri allar landsins borgarar. Men so ber tað [...] Enn er onki ítøkiligt gjørt fyri at steðga útflutninginum av óvirkaðum fiski. Og hetta kostar framvegis hundraðtals arbeiðspláss á landi í Føroyum. Í ársfrágreiðung síni á aðalfundinum í Føroya Arbe
kommunuskatti, vigað eftir fólkatalinum í teimum einstøku kommununum. Á henda hátt er eisini miðal barnafrádráttur roknaður hvørt árið. Roknað er við barnafrádrátti fyri tvey børn. Gjøld til ALS og Samhaldsfasta [...] ein skattalætti er. Tað, sum hevur altavgerandi týdning, er, hvat løntakarin hevur eftir at keypa fyri, táið skattir og avgjøld eru betalt og prísvøksturin í samfelagnum er taldur við. Og her vísa tey [...] keypiorkan hjá føroyingum lækkað nokk so fitt. Lækkar 2% í ár Kanningar, sum búskaparfrøðingur hevur gjørt fyri Føroya Arbeiðarafelag, vísa, at í 1996 hækkaði keypiorkan rættiliga fitt, heili 6%. Men í fjør kom
lkarnir í Føroyum, eisini í verka mannastættini, eru ikki longur líka fyri skatalógini. Ein búskaparfrøðingur hevur roknað út fyri Føroya Arbeiðarfelag, hvussu nógv meiri tey, sum arbeiða á landi, nú skulu [...] hevur. Ein tímaløntur á landi, sum arbeiðir fulla tíð, forvinnur góðar 150.000 krónur um árið. Og av teimum 150.000 skal hann betala 12.000 krónur meiri í skatti, enn ein sjómaður, sum eisini forvinnur 150
nógv fólk saman at lýða á landsins yrkistónleikabólk, sum spælir nýggjan tónleik eftir nøkrum av teimum livandi tónasmiðunum, landið eigur. Sjálv Aldubáran er ein smidligur bólkur, og til hesa konsertina [...] bólkin. Fyrsta helvtin av konsertini byrjaði við einum verki eftir Kára Bæk, hansara ?Tvey stykki fyri oktett? frá 1996-97. Fyrsti satsurin, ?preludium?, byrjaði við bergtakandi vøkrum solospæli av Onnu [...] hoyrt saman við verkinum. Hetta er eitt av mest avbjóðandi verkunum hjá Kristiani, teknisk krevjandi fyri allar tríggjar tónleikararnir, sum sluppu frálíkt frá uppgávuni. Eg eri noyddur at siga, at persónliga
hava eitt baldrut lív kemur sjálvandi av, hvussu tú tekur tær av teimum avbjóðingum og teimum uppgávum, sum vóru latnar tær at umsita. Fyri Ova Djurhuus var lívið eitt áhugavert lív við nógvum almennum uppgávum [...] uppgávum. Hann var býráðslimur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum leiðari, ið tók tey tungu tøkini. Hetta var í tí tíðini, har lítið var av peningi [...] fekk tað at bera til, røkin og trúgvur í verki sínum. Tað var styrkin hjá hesum manni. Ein fyrimynd fyri teir, sum komu aftan á hann. Jú, sanniliga, Ove Djurhuus var ein álitismaður, sum altíð sá eina æru