eftir svarið frá Vinnumálastýrinum. Tíverri var Bjarni Djurholm staddur uttanlands við sløktari fartelefon, so tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum til eina viðmerking. [...] Vaksandi barnatal, stórur tørvur, prioriteringar, íløguloft. Ja, orðini eru havd á munni meira enn einaferð, og tað vísir seg at aftur hesuferð er hetta trupulleikin tá tað kemur til næmingarnar í Argja [...] greiðir Heðin Mortensen frá. Og sum er nú, so liggur málið parkerað úti í Vinnumálastýrinum. Um støðuna á Argjum sigur Heðin Mortensen, at hon er als ikki nóg góð. Men hvat konkret verður gjørt í framtíðini
mánadagin gjørdist greitt, at tað verður fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum Jóannes Jakobsen, sum saman við Kára Nielsen, fer at standa á odda fyri fyrsta liði hjá HB. Jóannes Jakobsen er bæði fyrrverandi [...] síggja, hvussu tað fer at gangast. Afturat Kára og Jóannes, hevur ein annar fyrrverandi HB-leikari, Bjarni Jacobsen, játta at taka sær av øðrum liði restina av kappingarárinum. Kári er enn eitt óskrivað blað [...] har hann var í tvey ár, og var um reppið at vinna meistaraheitið. Í fjør og í fyrra árið var Jóannes á Toftum, og har bleiv tað til tvey triðjapláss. Ætlanin var so at halda eitt fríár í ár, men nú hevur
vetrararnar hevur staðið á odda fyri 1.liði hjá H71, men sum í vetur fer at taka sær av teimum ungu í felagnum. Arbeiðsuppgávan hjá Sverra verður at leggja ungdómsvenjarunum lag á, og at samskipa ungdómsdeildina [...] men enn er onki ítøkiligt komið burturúr. Frá í liðnum í fjør, hevur H71 mist tríggjar leikarar. Bjarni Wardum er farin til Danmarkar í lestarørindum, Finnur Hansson spælir í Kyndli í vetur, meðan Kristian
RÁÐHARRAFUNDUR Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, skal á fundi í Keypmannahavn hósdagin hitta danska búskapar- og vinnumálaráðharran, Bendt Bendtsen. Evni á fundinum verður føroysk yvirtøka av ymiskum [...] málsøkjum, herímillum vinnufelagsrættinum, patent-, vørumerkja og mynsturrættinum. Bjarni Djurholm heitti longu í oktober í fjør á táverandi danska vinnumálaráðharran, Ole Stavad, um ein fund um yvirtøku av nevndu
gingið sum eftir ánni, er fóturin loysnaður á bremsuni, og sunnudagin boðaðu gulu fløggini og lúrarnir frá, at tey kring vøllin eru klár til tað heilt stóra. Og inni á vøllinum staðfestu spælararnir, at tað [...] uttanfyri. Hesa ferð var saknurin størri í Helga. Fyrsta korterið trýsti NSÍ EB/Streym í botn, og Gunnar á Steig hevði fleiri meistarligar bjargingar. Eftir at Djóni N. Joensen hevði stútað til 1?0, dovnaði trýstið [...] úr 30 metrum og upp um eitt vet uttarlaga stadda málverjan. Eitt framúr vakurt mál. Fyri Gunnar á Steig var hetta undirstriking av, hvussu lítið takksamt tað er at vera málverji. Hann var klárt besti maður
umstøðum er einki at ivast í, at vágbingar vóru stórfavorittar, tá Skála kom á vitjan sunnudagin. Vanliga eru vágbingar sera stinnir á heimavølli, og tá Skála enn ikki hevur vunnið dyst í bestu deildini, átti [...] Órógv á venjarasessinum hevur kostað nógv, og í landskappingini hevur leingi staðið greitt, at liðið mest sannlíkt fer at enda onkustaðni í ongamannalandi. Linligur dystur Hetta var eisini sjónligt á vøllinum [...] havt á heimavølli. Leikferðin var í mangar mátar alt ov lág til veruliga at vera nøkur hóttan móti Skála, og tó at nakrir málmøguleikar stungu seg upp, so hevði Eugen Voda í Skála-málinum tamarhald á tí
hvussu stóran dent íslendingar leggja á hetta skipið og ferðasambandið, sum Smyril Line hevur bygt upp. Føroyski landsstýrismaðurin, ið var við til hátíðarhaldið, var Bjarni Djurholm, sum er sera fegin um nýggja [...] tey mongu fólkini, sum hava trúð uppá og arbeitt við verkætlanini. Hann heldur avgjørt, at tørvur er á einum nýggjum skipi og metir nýggju Norrönu at fáa alstóran týdning fyri menningina av føroysku ferðavinnuni
greitt, um kundarnir hjá Kalli kunnu tosa fyri sama prís, tá teir eru á kervinum hjá Føroya Tele ella á sínum egna Kall-kervi. Bjarni Askham Bjarnason sigur, at í skrivandi stund er ikki greitt, hvørjir [...] viðførir, at Føroya Tele fær betri nýtslu av kervinum úti á teimum smærri plássunum, samstundis sum Kall sparir íløgukostnað. Avtalan, sum er gjørd á handilsligum grundarlagi, varð undirskrivað av Andrasi [...] nni í Kalli, og Bjarni Askham Bjarnason, stjóra í Kalli, skriva Føroya Tele og Kall í tíðindaskrivi. Hetta slag av roaming er fyri so vítt tað sama sum tá ein GSM-telefon verður nýtt á einum øðrum kervi
árum síðani var í Budapest, sá liðið soleiðis út: Gunnar á Steig ? Harley Bertholdsen, Jan Andreasen, Jóannes Jakobsen, Símun Waag Høgnesen, Heðin á Lakjuni ? Eyðun Klakstein, Jan Joensen, Arnold Joensen [...] mál afturat, og tí var eingin spenningur, tá teir eina viku seinni vóru á Svangaskarði. Tá stóðu klaksvíkingar seg heilt væl. KÍ var á odda bæði 1?0 og 2?1, men í síðstu løtu eydnaðist tað Újpesti at skora [...] luttøkuni, at KÍ ætlaði at spæla sítt spæl, og tað gjørdu teir eisini á Svangaskarði. Men sjálvandi fer størri dentur at verða lagdur á verjupartin í dag. Venjarin og spælararnir vilja sjálvsagt sleppa undan
bæði á Fróðskaparsetri Føroya og á lærdum háskúlum uttanlands. Føroysk gransking fevnir víða, og tí er grunnurin fegin um at kunna lata Granskingargávu Sparikassans til tveir granskarar, ið virka á heilt [...] varð settur á stovn í 1986 av nevndini í Føroya Sparikassa, sum helt tað hava alstóran týdning, at vitanarstøðið í Føroyum alsamt megnar at fylgja støðinum, sum er í londunum kring okkum. Á henda hátt fekk [...] búskaparkreppurnar báðar í hálvtrýssunum og hálvfemsunum. Hans Andrias starvast sum lærari á Stundentaskúlanum á Kambsdali. ?Arbeiðið hjá mær setir stór kvør, men eg vil framvegis arbeiða víðari við granskingini