Heðin Mortensen, mentamálanevndin: Frímerkjadeildin er ein góð loysn

? Vit hava ikki ligið á lánið við Argja skúla, men tað vísir seg bara, at um vit skulu byggja allar skúlarnar í kommununi út í senn, so kemur hetta at kosta okkum um 2-250 mió. krónur, og íløguloftið er á 70 mió., sigur Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar Kommunu

Vaksandi barnatal, stórur tørvur, prioriteringar, íløguloft. Ja, orðini eru havd á munni meira enn einaferð, og tað vísir seg at aftur hesuferð er hetta trupulleikin tá tað kemur til næmingarnar í Argja skúla.
? Barnatalið er vaksandi, og tá talan er um at nøkta ein tørv noyðist ein at gera prioriteringar, sigur Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Kommunu.
Kommunan hevur í seinastuni verið í holt við at umbyggja Kommunuskúlan, umskipa Eysturskúlan, skúlin í Hoyvík hevur eisini fingið ein bita av lagkøkuni, men peningur er rætt og slætt ikki til allar skúlarnar í kommununi.
? Vit hava gjørt eina verkætlan fyri Argja skúla, har vit byggja gamla og nýggja skúla saman. Verkætlanin er eisini løgd fyri nevndina, ein kostnaðarætlan er gjørd, men íløguloftið forðar okkum í at fara víðari við málinum.
Heðin Mortensen nevnir eisini frímerkjadeildina hjá Postverkinum, sum møguligan skúla. Hann heldur, at frímerkjadeildin hevði verið ein fín og virðilig loysn, og hon hevði samstundis gjørt, at ikki verður neyðugt at útbyggja sjálvan skúlan.
? Frímerkjadeildina ? tann bygningin høvdu vit kunnað keypt í morgin um tað skuldi verið, men hetta er ein umsitingarligur spurningur. Sum eg havi skilt, so er postverkið sinnað í at selja, men teir noyðast at fáa loyvi frá Landsstýrinum, greiðir Heðin Mortensen frá.
Og sum er nú, so liggur málið parkerað úti í Vinnumálastýrinum.
Um støðuna á Argjum sigur Heðin Mortensen, at hon er als ikki nóg góð.
Men hvat konkret verður gjørt í framtíðini er ilt at siga. Tað tykist, sum fyrst og fremst verður bíðað eftir svarið frá Vinnumálastýrinum.
Tíverri var Bjarni Djurholm staddur uttanlands við sløktari fartelefon, so tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum til eina viðmerking.