Tað var eingin slingur í valsinum

NSÍ-EB/Streymur 4-0 (2-0):
Hóast tveir av lyklaspælarunum sótu uttanfyri, so hevði NSÍ ongar trupulleikar at vinna stórt, og fram ímóti dystarenda var rættuligur klassamunur

NSÍ?EB/Streymur

NSÍ spælararnir savnaðu seg aftur sunnudagin fult og heilt um uppgávuna á vøllinum. Og venjarin syrgir fyri, at tað bara verður hugsað um næstu uppgávuna. Áskoðararnir vóru fleiri, enn teir plaga at vera, tá gestirnir ikki draga nógv fólk við sær. Men tað er synd at siga, at heimaáskoðararnir hjá NSÍ eru so ógvuliga nógvir, tá hugsað verður um fólkagrundarlagið.
Áskoðararnir høvdu tað fínt, og hjá teimum er hugburðurin spakuliga broyttur. Teir hava so ofta droymt seg til skreyt og skrúð, og so hevur tað kortini kiksað. Eftir at løgmanssteypið er komið til býin, og eftir at tað eftir summarsteðgin hevur gingið sum eftir ánni, er fóturin loysnaður á bremsuni, og sunnudagin boðaðu gulu fløggini og lúrarnir frá, at tey kring vøllin eru klár til tað heilt stóra.
Og inni á vøllinum staðfestu spælararnir, at tað framvegis bara er undanvindur.
Pól Thorsteinsson og Helgi L. Petersen sótu uttanfyri. Hesa ferð var saknurin størri í Helga. Fyrsta korterið trýsti NSÍ EB/Streym í botn, og Gunnar á Steig hevði fleiri meistarligar bjargingar.
Eftir at Djóni N. Joensen hevði stútað til 1?0, dovnaði trýstið, og tað eydnaðist gestunum at taka ferðina úr spælinum. Sorin Anghel, sum nú er heilt komin fyri seg eftir drúgva skaðan, og Jón Sigurd Gleðisheygg høvdu einstakar royndir, uttan at teir settu framúr væl upplagda Jens Martin Knudsen á stórar royndir. Men nervin var framvegis til staðar, tá vanliga leiktíðin í 1. hálvleiki var farin.
So var tað ? í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat ? at Ulrik Balling við ársins máli í Runavík punkteraði dystin. Við bringuni tamdi hann langa sending, og so heilfluktaði hann úr 30 metrum og upp um eitt vet uttarlaga stadda málverjan. Eitt framúr vakurt mál.
Fyri Gunnar á Steig var hetta undirstriking av, hvussu lítið takksamt tað er at vera málverji. Hann var klárt besti maður hjá EB/Streymi, men hann átti ein lítlan lut í báðum málunum. Í fyrra førinum misti hann ? fyri einastu ferð ? bóltin út aftur, eftir horna frá Sjúrði Jacobsen, og tá bólturin kom innfyri aftur var verjan ikki so skipað, og so stóð hann eitt sindur uttarlaga, soleiðis sum allir aðrir málverjar ivaleyst høvdu gjørt.

Munur millum menn og dreingir
Annar hálvleikur var bara ein spurningur um, hvussu stórur heimasigurin skuldi gerast. EB/Streymur hevur nógvar góðar og evnaríkar spælarar, men á umleið helminginum á plássunum er talan um dreingir, sum kunnu gerast uppaftur betri. At teir hesa ferð ov ofta mistu í uppspælinum gjørdi tað eyka strevið.
NSÍ liðið er mannað við veteranum og superveteranum umframt teimum, sum eru um at koma í besta fótbóltsaldur, og í 2. hálvleiki vóru hesir aftur betri í øllum førum. Sum hálvleikurin leið spældu teir fyri gallarínum, og tað tóktist ikki hava so stóran týdning, um teir vunnu við fýra ella seks málum.
Óli Hansen økti til 3?0, eftir at Gunnar á Steig hevði dupult bjargað royndum frá innskifta Sonna L. Petersen og Ulrik Balling, og tað var rættur brúdleypsdámur yvir 4?0 málinum. Eddie Mikkelsen, sum leygardagin segði ja til sína Joan, var ikki fyri nothing, tá hann varð skiftur inn. Hann streyk ígjøgnum í vinstru og legði til handara stólpa, har Gert Langgaard, sum rættuliga tykist vera komin fyri seg eftir skaðan, setti krúllin undir bóltin.
NSÍ er framvegis av álvara á meistarakós, og EB/Streymur man væl kunna liva við júst hesum tapinum, sjálvt um tað var tað næststørsta í ár.

NSÍ-EB/Streymur4-0 (2-0)
1-0: Djóni N. Joensen, 13
2-0: Ulrik Balling, 45
3-0: Óli Hansen, 80
4-0: Gert Langgaard, 87
Dómari: Suni Johansen

NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Kári Hansen, Jónstein Petersen ? Óli Hansen, Ulrik Balling
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Marni Djurhuus, Andrej Paczek, Christian Carlsson, Eyðfinn Joensen ? Teitur Joensen, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Jón Sigurd Gleðisheygg