Seint seinnapartin mánadagin gjørdist greitt, at tað verður fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum Jóannes Jakobsen, sum saman við Kára Nielsen, fer at standa á odda fyri fyrsta liði hjá HB.
Jóannes Jakobsen er bæði fyrrverandi leikari og venjari í felagnum, og hann hevur játtað at hjálpa til við venjingini teir næstu tveir mánaðirnar.
Talan verður sostatt um tveir fyrrverandi HB-leikarar, ið koma standa við róðrinum komandi mánaðirnar í HB, og spennandi verður at síggja, hvussu tað fer at gangast.
Afturat Kára og Jóannes, hevur ein annar fyrrverandi HB-leikari, Bjarni Jacobsen, játta at taka sær av øðrum liði restina av kappingarárinum.
Kári er enn eitt óskrivað blað innan venjarayrki, men Jóannes hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Eftir at hava spælt við HB í nógv ár, fór hann til Vágs í 1991 at venja vágbingar, og vendi so aftur til Havnar miðskeiðis í 90´unum sum leikandi venjari hjá HB.
Síðani gekk leiðin til Klaksvíkar, har hann var í tvey ár, og var um reppið at vinna meistaraheitið. Í fjør og í fyrra árið var Jóannes á Toftum, og har bleiv tað til tvey triðjapláss. Ætlanin var so at halda eitt fríár í ár, men nú hevur so Jóannes játta at taka um endan í HB.
Enn hevur Jóannes Jakoben ikki vunnið nakað meistaraheitið sum venjari, og hvør veit, møguliga er hann maðurin, sum kann venda HB-skútuni í ár, og vinna sítt fyrsta meistaraheitið sum venjari.
Formaðurin fegin
Formaðurin í HB, Birgir Enghamar, sigur við Sosilin, at hann er fegin um, at hava fingið Jóannes Jakobsen aftur í felagið, tí hann er dugnaligur venjari, og tað ger tað ikki verri, at hann er ein maður, sum kennir væl til felagið, og tað heldur Birgir kann vera ein stórur fyrimunur komandi mánaðarnar.