Vísindaligt takksemi

Hans Andrias Sølvará og Knud Simonsen vórðu heiðraðir fyri teirra lut í føroyskari gransking av Føroya Sparikassa. Báðir siga teir virðislønina stimbra áhugan at halda fram við granskingini

GRANSKING

Í sambandi við, at tað 24. august vóru 170 ár liðin síðani Føroya Sparikassi byrjaði sítt virksemi, so valdi Sparikassin hósdagin at geva tveimum føroyskum granskarum Granskingargáva Sparikassans. Gávan var í hesi sambandi latin Hans Andriasi Sølvará og Knud Simonsen.
Vísindagrunnurin varð settur á stovn í 1986 av nevndini í Føroya Sparikassa, sum helt tað hava alstóran týdning, at vitanarstøðið í Føroyum alsamt megnar at fylgja støðinum, sum er í londunum kring okkum. Á henda hátt fekk Sparikassin ein virknan leiklut í at fremja hetta í verki. Endamál grunsins er at veita fíggjarstuðul til vísindaliga gransking av føroyskum evnum, til fyrireiking av útgávu av vísindaverkum um somu evni og í aðrar mátar at stuðla føroyskt vísindastarv. Fram til dagin í dag hevur grunnurin játtað út móti 2 mió. kr. í stuðli til smærri og størri vísindaligar verkætlanir.
?Føroysk gransking hevur ment seg nógv gjøgnum árini, og í dag er ikki óvanligt at frætta, at føroyingar fáa doktaraheiti bæði á Fróðskaparsetri Føroya og á lærdum háskúlum uttanlands. Føroysk gransking fevnir víða, og tí er grunnurin fegin um at kunna lata Granskingargávu Sparikassans til tveir granskarar, ið virka á heilt hvør sínum granskingarøki. Báðir hava teir megnað at framleggja sína gransking á ein slíkan hátt, at hon er vorðin viðkomandi fyri at kalla allar føroyingar: Knud innan náttúruvísindina við sínum teldumodelli fyri sjóvarfalsrák í Føroyum og Hans Andrias við at vera við til at skriva søgu Løgtingsins frá uppruna tess fram til í dag.
Vísindagrunnurin vónar, at Granskingargáva Sparikassans kann vera ein stuðul til Knud Simonsen at halda fram við at gera gransking, sum annars er sera torskild fyri leikmann, beinleiðis nýtiliga í tí føroyska gerandisdegnum, og vera ein stuðul til Hans Andrias Sølvará at fáa høvi til at fara undir grundleggjandi gransking av føroyskari politiskari søgu við støði í nútímans í metodu og vísindaástøði, segði Bjarni Olsen, stjóri fyri Føroya Sparikassa í røðu sínari, tá gávurnar vórður handaðar hósmorgunin.
Granskingargávurnar eru 50.000 kr. hvør. Pengarnir eru ikki oyramerktir. Báðir søgdu teir seg vera fegnar fyri at hava fingið gávuna frá Sparikassanum.
Hans Andriasi Sølvará helt fyri, at talan var um eina moralska áheitan at halda fram við granskingini. Hendan gávan kom fullkomiliga óvart á Hans Andrias. Hann nevndi øki í politisku søgu Føroya sum økið, hann hevur stóran áhuga fyri at granska í. Eitt nú tíðarskeiðið undir fyrra heimsbardagar og búskaparkreppurnar báðar í hálvtrýssunum og hálvfemsunum. Hans Andrias starvast sum lærari á Stundentaskúlanum á Kambsdali.
?Arbeiðið hjá mær setir stór kvør, men eg vil framvegis arbeiða víðari við granskingini, sigur Hans Andrias Sølvará, sum eisini nýtti høvið at takka konuni fyri holla stuðulin.
Knud Simonsen var eisini ógvuliga fegin um at hava fingið hesa virðislønina. Hann vísti á, at tað hevur stóran týdning at geva av sínari vitan. Sjálvur hevði hann notið gott av vitanini hjá øðrum havfrøðingum í havfrøðingum, og hann vildi fegin geva sína vitan víðari. Hann vísti eisini á, at tað hevur stóran týdning, at granskingarfólk sleppa út um landoddarnar eftir vitan.
Grundgevingarnar hjá Føroya Sparikassa og fleiri upplýsingar um Hans Andrias og Knud eru prentaði aðrastaðni á síðuni.