Umleið 100 føroyingar umframt hópurin av innbodnum úr út- landinum, vórðu bodnir til há- tíðarhaldið, sum fór fram í allar besta summarveðri. Ikki færri enn tríggir ráðharrar vóru við til hesa stóru løtu, tá tey umleið 70%, sum eru liðug av nýggja skipinum, fóru av bakkastokki, tveir íslendskir og einum føroyskur. Tað var Martha Hammer, kona Óla Hammer, stjóra í Smyril Line, sum doypti og navngav skipið, Norröna. Umframt umboð fyri skipasmiðjuna Flender Werft hildu nevndarformaðurin Tórmóður Djurhuus og stjórin Óli Hammer, røður, har teir takkaðu øllum, sum hava verið við til at gera hesa verkætlan til veruleika.
Nýggja Norröna verður liðug í mars næsta ár og latin eigarunum 20 mars. Óli Hammer er sera fegin, nú hann eygleiðir nýggjasta verk sítt. Hann sigur, at hetta hevði ongantíð verið veruleiki uttan tey mongu fólkini, sum hava trúð uppá og arbeitt við verkætlanini. Hann heldur avgjørt, at tørvur er á einum nýggjum skipi og metir nýggju Norrönu at fáa alstóran týdning fyri menningina av føroysku ferðavinnuni. At íslendingar senda ikki færri enn tveir ráðharrar til hátíðarhaldið, vinnumálaráðharran og samferðsluráðharra heldur hann vísir, hvussu stóran dent íslendingar leggja á hetta skipið og ferðasambandið, sum Smyril Line hevur bygt upp.
Føroyski landsstýrismaðurin, ið var við til hátíðarhaldið, var Bjarni Djurholm, sum er sera fegin um nýggja skipið.