Bjarni Djurholm á fund við Bendt Bendtsen

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fer hósdagin á fund við danska búskapar- og vinnumálaráðharran. Teir skulu tosa um yvirtøkur av ymsum vinnuligum málsøkjum

RÁÐHARRAFUNDUR

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, skal á fundi í Keypmannahavn hósdagin hitta danska búskapar- og vinnumálaráðharran, Bendt Bendtsen. Evni á fundinum verður føroysk yvirtøka av ymiskum vinnuligum málsøkjum, herímillum vinnufelagsrættinum, patent-, vørumerkja og mynsturrættinum.
Bjarni Djurholm heitti longu í oktober í fjør á táverandi danska vinnumálaráðharran, Ole Stavad, um ein fund um yvirtøku av nevndu málsøkjum, men orsakað av fólkatingsvalinum og stjórnarskiftinum í Danmark í fjør og løgtingsvalinum í vár hevur ikki borið pørtunum til at hitst fyrr enn nú.