ein komandi loysn í ríkisrættarligu støðuni kann koma at ganga tvørtur um verandi mark millum samgongu og andstøðu! Víst eru 51 prosent fyri fullveldi, men sama prosenttal vil verða í ríkinum. Hetta bendir [...] meiri enn 51 prosent vilja kortini verða verandi í danska ríkinum, samstundis sum sløk 42 prosent vilja úr ríkinum. Hetta er ein andsøgn, men sum kortini er í samljóð við ætlanina hjá landsstýrinum. Nýggja [...] ? um vit hava eitt landsstýri, tá hetta blað kemur út ? byggir á, at Føroyar verða verandi í danska ríkinum í hvussu er tey næstu 12 árini, tá støða skal takast til, um Føroyar skulu skipast sum fullveldi
fæst í einari hugleiðing, sum Óli Breckmann skrivaði í eitt av bløðunum, sum komu út undir FM-einstaklingakappingini í Havn í 1998. Greinin er grundað á endurminningar úr Vestmanna fyrrapartin í sekstiárunum [...] bygd og úr bý í dag sleppa at royna seg í altjóða talv-OL kring knøttin, upplivdi tú tindin í føroyskum talvkynstri í kappingini millum bert tvey lið í øllum landinum inni á Hotel Vestmanna. Har var so [...] boðið at vera í fremstu røð, bæði í liðkapping og einstaklingstelving. Fyrsti føroyameistarin í einstaklingstelving í nýggjari tíð er kortini úr Vestmanna Talvfelag. Hans Petersen, sum bæði í fimmti- og
klassa Fyri at venda aftur til vestmenningarnar, so sýndu teir í longum løtum av hálvleikinum, hví teir í ár hava verið nærum einaráðandi í bestu mansdeidlini. Til tíðir gekk álopsspælið sera skjótt frameftir [...] støðugt. Tá komið varð í helvt, vóru longu níggju mál á muni, í seinna hálvleiki tóktist tað ongan tíð vera soleiðis, at StÍF á nakran hátt skuldi fara at minka um munin. Heldur tóktist tað í løtum, sum um v [...] . Ikki tómhentir Tá alt kom til alt, so hevði VÍF sostatt prógvað, at teir í løtuni eru so nógv tað besta liðið í landinum. Í hesum dystinum tóktust teir at hava tamarhald á snøgt sagt øllum plássum. Hetta
at skjóta seinasta málið í dystinum, var dagurin í Vestmanna fullkomin. Undirhaldandi Undan hesum hevði VÍF nýtt seinasta time-outið á árinum til at smoyggja allar genturnar í gulltroyggjur, soeliðis at [...] n sigur móti Stjørnuni. Stjørnan hevur í ár verið einasta liðið, sum veruliga hevur hótt VÍF, og millum annað fingu teir ein javnleik í grundspælinum, men tap í ymsum øðrum dystum hava tó gjørt sítt til [...] Annika Ljósstein at hóreiggja sær, og tað er ikki undur í, um tey í Klaksvík iðra seg um, at Simona ikki er farin at sýna slíkt spæl nakað fyrr í kappingini. Eitt time-out um hálvan hálvleikin tóktist tó
liðið. Eitt sindur merkisvert, tá leiklutur hennara í fjør verður havdur í huga, men sjálv tykist hon tó ikki at hava so nógv ímóti hesum. Hon vísir í fyrstu syftu á, at hinar sjálvandi vóru samanspældar [...] noyddust tær úr Vestmanna at klára seg uttan tann av egnu leikarunum, sum helst hevur havt størstan týdning á liðnum. Jacklin Durhuus royndi seg ístaðin undir leiðslu av Anju Andersen í Slagelse, men um [...] gullmerkjum í bæði lands- og steypakapping, tá hon á jólum kom heim, sigur Jacklin, at tað hevði hon ikki roknað við. - Eg kann ikki siga, at eg roknaði við tveimum heiðursmerkjum, men eg hevði í øllum førum
hon hevur drúgvar royndir í føroyskum hondbólti, so er hetta fyrsta árið, at Alis roynir seg hjá VÍF. Spurd, hvussu tað kom í lag, at hon nú brádliga var at síggja í Vestmanna, svarar Alis, hetta var eitt [...] tosað um at fara í Europa-Cup kappingina fyri steypavinnarar. Vit hava sjálvandi møguleikan at royna okkum í kappingini fyri meistarar, men tað er kanska betri hóskandi at taka lut í teirri fyri steypavinnarar [...] Nú kann eg so ikki siga annað enn, at eg havi kent meg sera væl her í Vestmanna. Vit hava verið sera væl móttiknar, og eg havi ikki í eitt sekund angra, at eg játtaði at spæla við teimum. Hevði tað ikki
greitt, at vit hava fingið styrk. Eitt nú var Áki ikki í okkara parti í fjør, og hann gjørdi millum annað um seg seinasta dystin í Vestmanna. Í ár hevur hann so verið við okkum, og tað er so sjálvandi [...] John aftur í ár, eins og vit hava havt útlendskan leikara, so alt í alt haldi eg, at vit eru sterkari í ár, enn vit vóru í fjør. Ikki minst hevur breiði hópurin gjørt sítt. Spurdur um teir í ár hava vant [...] spældi í Danmark. - Eg havi tó ikki verið í henni hvørja ferð, men seinastu dystirnar havi eg so altíð verið í henni. Eg minnist ikki, um eg kanska havi gloymt hana, onkra ferðina, tá vit hava tapt. Í ste
, so hevur Hjørleif Kúrberg í verið annar av venjarunum hjá VÍF-kvinnunum, sum í ár hava beint alla mótstøðu til viks. Sjálvur heldur hann tó ikki, at tað er nakað løgið í hesum. - Tað er nú ikki fyrstu [...] virkandi lið, har tær ungu hjá okkum veruliga hava ment seg í ár, soleiðis at talan í veruleikanum er um eitt lið uttan tær heilt stóru stjørnurnar. Gaman í skjýtur Ioana nógv mál, men hon tekur so eisini stóran [...] part av brotskøstunum. Har umframt má eg so eisini rósa Daniel fyri tað arbeiði, sum hann hevur framt í árinum. Eg kann bara siga tað allarbesta um evni hansara sum venjara, og hetta hevur so avgjørt verið
Í mótsetning til hinar starvsfelagarnar kring landið høvdu løgreglumennirnir í Havn nógv at gera gjøgnum vikuskiftið. Flestu tilburðirnir vóru ferðslutilburðir, og í summum av tilburðunum kundi skaðin [...] eitt ferðsluóhapp meldað til løgregluna í Kollafjarðatunnlinum. Ein bilur á veg suðureftir kom knappliga at liggja uppá tvørs av vegnum, hann rendi inn í veggin í tunnlinum, og øll síðan á bilinum fór sera [...] Hóast gulldansur var í Vestmanna, við tað at VÍF er føroyameistari hjá bæði monnum og kvinnum, gekk alt friðarliga fyri seg har. Óvanliga friðarligt kring landið, meðan nógv var at gera í Havn.
enn tíggju túsund fólk fáa væl búleikast í oynni, uttan at tað verður at kennast kvalið og trongt. Um kommunurnar í oynni og kanska eisini Vestmanna løgdu saman í eina kommunu, stóðu tær sterkari. Ein nýggj [...] lin verður veruleiki í næstu fram-tíð, men tíverri verður nakað av tíð at ganga, áðrenn hann verður brúkbarur veruleiki í fólksins huga. Tí er tað umráðandi longu nú, at fólkið í øllum trimum oyggjunum [...] Strondum sum búgva í Tórshavn. Tórshavn er ikki bara Tórshavn fyri havnafólk, ella ein høvuðsstaður, sum fólk bara vitja so av og á. Havnin er eins nógv býurin hjá øllum íbúgvarunum í Eysturoynni og Streymoynni