Havnarmaðurin í Vestmanna

Hjørleif Kúrberg heldur eina av høvuðsorsøkunum til FM-heitið vera mátin, sum kvinnurnar hava riggað saman uttan fyri vøllin

 

Føroyameistari


Hóast hann av teimum flestu verður mettur sum ektaður havnarmaður, so hevur Hjørleif Kúrberg í verið annar av venjarunum hjá VÍF-kvinnunum, sum í ár hava beint alla mótstøðu til viks. Sjálvur heldur hann tó ikki, at tað er nakað løgið í hesum.

- Tað er nú ikki fyrstu ferð at eg eri her norðuri. Eg havi áður vant menninar hjá VÍF, og fyrra árið var eg somuleiðis venjari hjá kvinnunum. Nú helt eg sum so, at eg var givin, men tá tey so aftur heittu á meg, játtaði eg kortini. Tað er eisini eitt sindur ringt at siga nei, tá dótturin spælir við, sigur Hjørleif.

Ikki kann sigast annað enn, at árið hevur hylnast væl, og Hjørleif viðgongur eisini, at hann ikki eitt sekund hevur angra avgerðina.

- Nei, og so avgjørt ikki eina løtu sum hesa. Tá er alt ljósareytt, men tað fer tó avstað við nógvari tíð, sigur Hjørleif, sum annars leggur dent á, at genturnar hava verið ótrúliga góðar at fáast við. Ikki minst leggur hann dent á, hvussu væl tær hava riggað saman sosialt.


Ikki bangin

Mong mundu halda, at FM-vónirnar fingu eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá Nicoleta Radu breyt beinið, men hóast hetta var ein stórur missur, so sigur Hjørleif, at hann ongan tíð var bangin um, at tað kanska fór at kiksa.

- Tað haldi eg ikki, at mann kann siga. Vit hava havt eitt sera væl virkandi lið, har tær ungu hjá okkum veruliga hava ment seg í ár, soleiðis at talan í veruleikanum er um eitt lið uttan tær heilt stóru stjørnurnar. Gaman í skjýtur Ioana nógv mál, men hon tekur so eisini stóran part av brotskøstunum.

Har umframt má eg so eisini rósa Daniel fyri tað arbeiði, sum hann hevur framt í árinum. Eg kann bara siga tað allarbesta um evni hansara sum venjara, og hetta hevur so avgjørt verið ein av høvuðsorsøkunum til góða úrslitið, sigur Hjørleif Kúrberg at enda.