Føroyameistari
Meðan vit í fjør og fyrra árið høvdu tvær øgiliga spennandi landskappingar í bestu mansdeildini, hevur kappingin í ár verið fullkomuliga dominerað av VÍF. Tað er annars bert eitt ár síðani, at VÍF stóð sum tapari í einum alt avgerandi dysti, har einki varð avgjørt fyrr enn seinasta korterið, men soleiðis var ikki í ár.
Eru styrktir
Ein av VÍF leikarunum tá sum nú, er Ingi Olsen. Eftir at teir høvdu smurt strandingarnar av leygardagin, hittu vit hann, og spurdu, hvat tað er, sum er hent við kapipngini í ár. Eru tað hini liðini, sum eru vorðin veikari, ella er VÍF bara so nógv betri fyri í ár.
- Um tú hyggur eftir hinum liðnum sum heild, so er greitt, at vit hava fingið styrk. Eitt nú var Áki ikki í okkara parti í fjør, og hann gjørdi millum annað um seg seinasta dystin í Vestmanna. Í ár hevur hann so verið við okkum, og tað er so sjálvandi ein styrkur, samstundis sum hetta hevur verið ein missur fyri Neistan.
- Eisini hava vit fingið John aftur í ár, eins og vit hava havt útlendskan leikara, so alt í alt haldi eg, at vit eru sterkari í ár, enn vit vóru í fjør. Ikki minst hevur breiði hópurin gjørt sítt.
Spurdur um teir í ár hava vant harðari enn vanligt, sigur Ingi, at tað heldur hann ikki.
- Vit hava vant tær tríggjar-fýra ferðirnar um vikuna, sum vit plaga, so í so máta er einki broytt. Vit vóru tó á eini venjingarlegu undan kappingini, og hetta hevur kanska merkt, at vit alt fyri eitt vóru væl fyri.
- Vit hava eisini verið nóg hepnir til at vinna fleiri dystir við einum máli, og tað sigur kanska eisini nakað um, at vit hava verið tað betri fyri enn mótstøðuliðini. Eg trúgvi í øllum førum ikki, at tú bara ert heppin tíggju ferðir á rað, sigur hann smílandi.
- Har afturat er tað eisini umráðandi, at leikararnir duga at vinna og tora at vinna. Har haldi eg okkum hava verið dugnaligar til at halda høvdið kalt í avgerandi løtum, og í fleiri dystum hevur tað nærum verið soleiðis, at vit snøgt sagt ikki hava trúð upp á møguleikan fyri einum tapi. Hinvegin sóu vit eitt nú í steypafinaluni, at tá tað so brádliga gongur okkum illa, so fáa vit einki til at rigga.
Vildu hevna seg
Nú nevndi Ingi sjálvur steypafinaluna, og einki er at ivast í, at hetta var dyggur smeitur hjá vestmenningunum. Harafturat vóru teir fyri einasta stigamissi í landskappingini móti júst StÍF, og Ingi ásannar eisini, at teir ætlaðu sær at hevna hetta, tá teir fóru á vøllin leygardagin.
- Eg haldi, at tað var sjónligt í dag, at vit vóru meira uppsettir í dag enn teir. Ein trupulleiki hjá okkum hevur eisini verið, at vit hava svingað nógv upp og niður sálarliga. Móti Kyndli herfyri vóru vit til dømis sera tamir, men eg haldi at vit í dag prógvaðu, at vit eru førir at spæla væl betri enn nakað annað lið í Føroyum.
Orange-litta troyggjan
Tey, sum hava fylgt VÍF seinnu árini, hava kanska lagt til merkis, at Ingi at kalla altíð spælir í einari orangelittari troyggju innan fyri gula VÍF búnan. Spurdur um hetta hevur nakað við pátrúgv at gera, svarar Ingi, at tað heldur hann ikki.
- Nei, eg haldi ikki, at talan er um pátrúgv. Eg hevði hesa troyggjuna heimvið, eftir at eg hevði verið niðri og spælt. Har høvdu vit altíð hesar troyggjurnar innan fyri, og tað er so nakað, sum eg havi fast við. Kanska tí vit fluttu upp tað árið, sum eg spældi í Danmark.
- Eg havi tó ikki verið í henni hvørja ferð, men seinastu dystirnar havi eg so altíð verið í henni. Eg minnist ikki, um eg kanska havi gloymt hana, onkra ferðina, tá vit hava tapt. Í steypafinaluni var í øllum førum sera heitt í høllini, so kanska havi eg ikki verið í henni tá. Tað skuldi eg kanska havt gjørt, sigur Ingi Olsen at enda.