Í mótsetning til hinar starvsfelagarnar kring landið høvdu løgreglumennirnir í Havn nógv at gera gjøgnum vikuskiftið. Flestu tilburðirnir vóru ferðslutilburðir, og í summum av tilburðunum kundi skaðin verið nógv størri, enn hann var.
Rúsdrekkakoyring
Fríggjadagin var ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn, og til alla lukku hendi einki álvarsamt, hóast maðurin var ávirkaður. Harafturímóti kundi skaðin væl verið størri sunnumorgunin, tá talan eisini var um ávirkaðan bilførara. Tá var eitt ferðsluóhapp meldað til løgregluna í Kollafjarðatunnlinum. Ein bilur á veg suðureftir kom knappliga at liggja uppá tvørs av vegnum, hann rendi inn í veggin í tunnlinum, og øll síðan á bilinum fór sera illa. Bilurin helt á sum einki var hent, og á veg suður til Havnar varð bilurin steðgaður. Førarin var fullur, og var hann eisini sovnaður meðan hann koyrdi inni í tunnlinum. Skaðin kundi verið størri, men hesaferð hendi einki álvarsamt.
Onnur ferðsluóhapp og bardagar
Umframt rúsdrekkakoyring vóru eisini onnur óhapp í ferðsluni, sum ikki vóru orsakað av brennivíni. Leygardagin fór ein bilur á rull úti á Heiðavegnum á Argjum. Bilurin rullaði bæði langt og leingi tvørtur um vegin, áðrenn han rakaði ein annan bil, sum fór sera illa. Bilurin helt á oman eftir Heiðavegnum, fór síðani útav vegnum oman eftir einum skráningi, og rendi bilurin síðani á eitt hús. Eingin mannaskaði var, men bilurin fór sera illa.
Úti á Marknagilsvegnum í Havn var ein førari eisini tikin fyri at koyra væl omanfyri loyvda mark. Løgreglan upplýsir, at førarin koyrdi minst 130 km/t, tá teir við nýggjum mátitálið máldu ferðina hjá bilum beint eftir midnátt leygarkvøldið. Førarin rýmdi, áðrenn løgreglan kom, men hann var tikin seinni.
Á Norðara Ringvegi í Havn var ein samanstoytur millum tveir bilar, tá annar førarin, sum kom oman eftir Villingadalsvegnum, ikki yvirhelt víkiskyldu. Eingin mannaskaði var, men bert materilellur skaði.
Einasti tilburður, sum ikki var tengdur at ferðslu, var leygarmorgunin í miðbýnum í Havn uttanfyri Náttarravnin. Ein maður framdi harðskap móti øðrum manni, og var hann fluttur á sjúkrahúsið beinanvegin. Maðurin var kannaður, men var talan ikki um meiri enn smáar skaðar, sum høvdu brúk fyri eini læknahond.
Maðurin, sum framdi harðskapin, er kendur, og hann hevur fleiri ferðir fyrr verið íblandaður í slíkum tilburðum.
Sostatt hevur nógv verið at gjørt hjá løgregluni í Havn gjøgnum vikuskiftið, og hóast eingir álvarsamir mannaskaðar vóru, kundi talan lættliga verið um stórar vanlukkur.
Friðarligt kring landið
Annars hevur løgreglan kring landið ikki havt tað stóra at gjørt ígjøgnum vikuskiftið. Í Eysturoynni varð ein tikin fyri rúsdrekkakoyring fríggjakvøldið, meðan eldur kom á ein útróðrabát í Vági. Stýrhúsið og partur av bátinum brendi, men eingin mannaskaði var. Hóast gulldansur var í Vestmanna, við tað at VÍF er føroyameistari hjá bæði monnum og kvinnum, gekk alt friðarliga fyri seg har.
Óvanliga friðarligt kring landið, meðan nógv var at gera í Havn.