Føroyingar taka ikki undir við tí nýggju sjálvstýrisætlanini hjá landsstýrinum, og samgonguflokkarnir missa meirilutan á løgtingi. Tað vísir feskasta veljarakanningin, sum tað nýggja vikublaðið, Fregnir, kunngjørdi ígjár.
Kortini er ein meiriluti fyri fullveldi, og ein lítil meiriluti er fyri at skerja heildarveitingina úr Danmark 400 milliónir krónur frá næsta ári! Hetta fær Fregnir at staðfesta, at sjálvstýrissíðan er sterkari enn sambandssíðan.
Tað er bara partvíst rætt, tí meiri enn 51 prosent vilja kortini verða verandi í danska ríkinum, samstundis sum sløk 42 prosent vilja úr ríkinum. Hetta er ein andsøgn, men sum kortini er í samljóð við ætlanina hjá landsstýrinum.
Nýggja ætlanin hjá landsstýrinum ? um vit hava eitt landsstýri, tá hetta blað kemur út ? byggir á, at Føroyar verða verandi í danska ríkinum í hvussu er tey næstu 12 árini, tá støða skal takast til, um Føroyar skulu skipast sum fullveldi.
Samanumtikið vísir kanningin, at vit hava tveir líka stórar blokkar ? ein samríkisblokk og ein sjálvstýrisblokk. Tveir blokkar, har munurin millum flokkarnar innanhýsis kortini er so stórur, at felagsvirðið á blokkunum er ivingarsamt!
Tí bendir henda kanningin, og politiska gongdin tað seinasta hálva árið, á, at tað framvegis er møguleiki fyri, at ein komandi loysn í ríkisrættarligu støðuni kann koma at ganga tvørtur um verandi mark millum samgongu og andstøðu!
Víst eru 51 prosent fyri fullveldi, men sama prosenttal vil verða í ríkinum. Hetta bendir aftur á, at ein meiriluti í Føroyum helst framvegis er sinnaður fyri eini skipan, sum liggur millum fullveldisætlanina og verandi heimastýrisskipan.
Harafturat vísir henda kanningin, eins og tann seinasta, at vinstrifloyurin fær undirtøku frá meiri enn helvtini av veljarunum. Men spurningurin er sjálvandi, um tjóðveldisflokkurin kann roknast upp í vinstraveingin ídag!










