Eitt meginland

Nógv og langt kjak var, áðrenn brúgvin um Streymin var løgd. Skjótari var at fáa bergholið í Eysturoynni.

Ikki vóru tað øll, sum sóu allar framtíðarmøguleikarnar við hesum veldigu íløgum.

 

Steinbjørn B. Jacobsen


Nógv og langt kjak var, áðrenn brúgvin um Streymin var løgd. Skjótari var at fáa bergholið í Eysturoynni.

Ikki vóru tað øll, sum sóu allar framtíðarmøguleikarnar við hesum veldigu íløgum. Men at báðar tær størstu oyggjarnar vóru bundnar saman og at fjarleikin frá høvuðsstaðnum til ytsta pláss ikki var meir enn ein góðan tíma, hevur á nógvum økjum havt ovurstóran týdning. Nú kanst tú eins væl búgva á Eiði, Fuglafirði ella á Strondum sum búgva í Tórshavn. Tórshavn er ikki bara Tórshavn fyri havnafólk, ella ein høvuðsstaður, sum fólk bara vitja so av og á. Havnin er eins nógv býurin hjá øllum íbúgvarunum í Eysturoynni og Streymoynni.

Allur framburðurin og øll tey nýggju húsini í Eysturoynni og Sundalagnum høvdu neyvan verið, um samferðslan ikki var útbygd. Hon kostaði nógv, men tað hevði kostað okkum dýrt, vit høvdu ikki verið bótafør, um hesar íløgur ikki vóru gjørdar. Tú torir næstan hvørki at hugsa ella skrivað tað, at øll hesi nýggju húsini og virkini skuldu verið í Havnini ella als ikki sæð dagsins ljós.

Í næstu framtíð verður so landfast til Vágarnar, og eru tær tríggjar størstu oyggjarnar tá bundnar saman til eitt enn størri meginland. Hetta vil geva øllum umráðnum ótrúliga nógvar og ymsar møguleikar.

Her er og verður loysunarorðið nýhugsan. Nógv hugsa kanska, at tað eru vágafólk, sum mugu hugsa nýtt, tað skulu tey eisini, kanska lært av fuglfirðingum og t.d. bygt eitt »Kambsdal«, kanska tvey, men møguleikarnir í undirsjóartunlinum kunnu sanniliga og eiga tað eisini at brúkast av restini av økinum, ikki minst Havnini. Gloymast má heldur ikki Vestmanna, nú verður lætt hjá teimum at fara vestur um sundið.

Havnin verður sjálvandi at veksa enn eina tíð, men verður rætt atborðið, kann Vágoyggin sanniliga taka nógv av fólkavøkstrinum, sum vónandi verður í einum nýggjum frælsum Føroyum.

Mong harrans ár áðrenn fólk dugdu at hugsa um møguleikan at koma upp á mánan, segði ein vísur maður: »Tað er lættari at fara upp á mánan, enn at broyta mannahugsanina«.

Undirsjóartunnilin verður veruleiki í næstu fram-tíð, men tíverri verður nakað av tíð at ganga, áðrenn hann verður brúkbarur veruleiki í fólksins huga.

Tí er tað umráðandi longu nú, at fólkið í øllum trimum oyggjunum venja seg við hetta velduga frambrotið.

Tunnilin er ikki bert ein ferðsluæðr til Vágarnar og okkara einasta flogvøll, men hann gevur eitt ótal av øðrum møguleikum.

Fleir enn tíggju túsund fólk fáa væl búleikast í oynni, uttan at tað verður at kennast kvalið og trongt.

Um kommunurnar í oynni og kanska eisini Vestmanna løgdu saman í eina kommunu, stóðu tær sterkari. Ein nýggj byrjan, eitt nýtt støði var tá lagt, sum eisini kundi verið ein eyka drívkraft fyri framtíðina í økinum.

Ein klárur boðskapur um at farið var til verkar.