Helt seg vera givna

Eftir at hon í fjør hevði frí frá hondbóltinum, fann Alis Høghamar í summar harpiksið framaftur, og hetta hevur hon onga orsøk havt til at angra


 

Føroyameistari


Eftir at hava spælt hondbólt á hægsta støðið her heima í eini 20 ár, var leygardagurin fyrsta ferðin, at Alis Høghamar kundi rópa seg Føroaymeistara. Tí var tað sjálvandi ein fegin Alis, sum vit fingu orðið á, tá alt endiliga var liðugt, og tað var greitt, at VÍF fór ígjøgnum kappingina við fullum stigatali.

- Eg hevði faktist ongan tíð vunnið nakað sum helst undan hesum kappingarárinum, og nú eg havi fingið at kalla í bæði posa og sekk, kann eg ikki annað enn vera sera væl nægd.


Liðið hevur riggað

Spurd, hvat hon heldur er orsøkin til, at VÍF ikki bara er føroyameistari, men hevur skúgva alla mótstøðu til viks hetta árið, heldur hon størstu orsøkina vera, at tær hava rigga væl saman.

- Vit hav spælt sum eitt lið, og vant bæði væl og nógv. Vit byrjaðu longu í juni mánaði við venjingini, og síðani hava vit vant alla tíðina fram til hóskvøldið, tá vit høvdu seinastu venjingina.

Spurd, um hon so ætlar sær at hava frí í nakrar vikur ? ella kanska mánaðir ? nú kappingarárið er av, sigur hon, at tað skulu í øllum førum verða fýra vikur við hvíld.

Ein somikið stuttur steðgur boðar frá, at Europa-Cup luttøka helst stendur á skránni, og Alis sigur eisini, at hetta er ein avbjóðing, sum hon gleðir seg til at royna.

- Vit hava tosað um at fara í Europa-Cup kappingina fyri steypavinnarar. Vit hava sjálvandi møguleikan at royna okkum í kappingini fyri meistarar, men tað er kanska betri hóskandi at taka lut í teirri fyri steypavinnarar.


Helt seg vera givna

Hóast hon hevur drúgvar royndir í føroyskum hondbólti, so er hetta fyrsta árið, at Alis roynir seg hjá VÍF. Spurd, hvussu tað kom í lag, at hon nú brádliga var at síggja í Vestmanna, svarar Alis, hetta var eitt høvi at royna nakað nýtt.

- Tær ringdu undan kappingini og spurdu, um eg hevði hug at spæla. Sjálv hevði eg ikki roknað við, at eg yvir høvur fór at koma í gongd aftur. Eg hevði jú havt frí í eitt ár. Eg helt tó, at hetta var vert at royna ? ikki minst tí Sóley eisini hevði játtað at spælt við.

- Nú kann eg so ikki siga annað enn, at eg havi kent meg sera væl her í Vestmanna. Vit hava verið sera væl móttiknar, og eg havi ikki í eitt sekund angra, at eg játtaði at spæla við teimum. Hevði tað ikki verið av berum huga, so hevði so alt ikki tíma at ferðast aftur og fram somikið ofta, sigur Alis at enda.