havt onkrar smærri skaðar at dragast við, men roknað verður tó við, at allir eru tøkir hesaferð. Eisini hjá Skála verður roknað við øllum leikarunum, og lítið er at ivast í, at teir eftir fýra teprar ósigrar [...] Upptakt Tað er sjáldan, at runavíkingar hava havt somikið góðan møguleika at koma heilt fram í oddin, sum teir hava sunnudagin, tá Skála kemur á vitjan. Seinnu árini hevur NSÍ ofta nærkast toppinum, men [...] men mest sum hvørja ferð møguleikin hevur verið at blandað seg av álvara, er alt follið saman. Greiðir favorittar Higartil hevur NSÍ fingið sjey stig í fýra dystum. Teir eru við í bólkinum av liðum, sum
Fraklandi eru í øðini, eftir at leiðslan á einum skúla í Aubervillers uttan fyri París hevur gjørt av at vísa tveimum muslimskum systrum av skúlanum, tí tær sýttu fyri at taka turriklæðið av høvdinum, [...] skúlaleiðsluni og sigur, at hann ætlar sær at leggja málið fyri dómstólarnar. Nógvir fransmenn ivast eisini í avgerðini hjá skúlaleiðsluni. Í grundgevingunum sigur skúlin, at hann hevur tikið avgerðina [...] frá einari niðurstøðu, sum tann serliga franska grundlógarnevndin gjørdi í 1989. Nevndin gjørdi av, at "mótmælandi" og "trúboðandi" eyðkenni eru ikki loyvd í fronskum sjúlum. Men nógvir fransmenn spyrja
frá, at ein sleikisneis var endað hjá løgregluni. Henda góða sleikisneis innihelt møguligt rúsandi evni. Sleikisneisin var fingin frá einari ungari gentu, sum hevði hórað ilt, tá fólk byrjaðu at kenna [...] kenna seg heilt øðrvísi, eftir at tey høvdu etið eini sleikisneis, ið onkur hevði deilt út til fólk í Klubbagarðinum í Havn. Løgreglan sendi sleikisneisina til Danmarkar fyri at verða kannað. Áðrenn hon varð [...] vísir, at ein sleikisneisin ikki var annað enn ein púra vanlig sleikisneis. Har var einki rúsevni í. Løgreglan í Havn hevur tosað við persónin, ið deildi sleikisneisir út, og hann hevur fingið at vita,
Løgmanni og hvørji mál teir fara at taka upp. Hann segði, at túrurin hevði verið nakað turbolentur, men hann kom til Føroya, og tað var hann glaður fyri. ?Eg vóni ikki, at lendingin verður eyðkenni við [...] vónir, at vit fáa góðar samrøður um Føroyar og framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum, segði Anders Fogh Rasmussen á Boðanesi, tá ið hann júst var lendur við tyrlu úr Vágum. Løgmaður var komin fyri at taka ímóti [...] forsætisráðharri, sum møtti Løgmanni og hinum, sum vóru komin at fylgja við, tá ovasti danski politikarin kom til føroyska høvuðsstaðnum. ?Eg vóni, at hetta verður ein nýggj byrjan. Eg haldi tónin hevur verið
ætlanir um at elta meistararnar úr VÍF, og tey kunnu bæði toga seg eitt fet longur upp á stiganum, tá tær sunudagin skulu royna seg. Í Havn kemur Stjørnan á vitjan hjá Kyndli, og her er einki at ivast í, [...] at Stjørnan er greiður favorittur. Gaman í stóð Kyndil seg væl í Klaksvík, men umframt at talan tá var um fyrsta dystin á árinum, so vóru klaksvíkingarnir rættiliga skerdar tann dystin, tá fleiri av [...] Úrslitini hava eisini verið heilt góð, og sæð í mun til vánaligu gongdina hjá Kyndli, so er einki at ivast í, at Stjørnan er risa stórur favorittur í dystinum sunnudagin. Sóljan í framgongd Tað sama má eisini
undirveitarnir Halliburton og Schlumberger nú ætlanir um at koma til Føroya at vitja í næstum fyri at kunna seg um Føroyar, kanna hvørjar fyritøkur eru og at hyggja eftir infraskipanini. Hesar ætlanir høvdu teir [...] møguleika at sleppa uppí part í oljuvinnuni, skrivar Vinnuhúsið. Koma til Føroya Seinnapartin høvdu føroysku fyritøkurnar møguleika at møta undirveit-arunum. Allir teir týðandi undirveitarnir, sum koma at arbeiða [...] ráðstevnuna. Nú hava føroysku fyritøkurnar møtt undirveitarunum. Nú byrjar so tað meira harða arbeiði, at fáa sáttmálar í hús, skrivar Vinnuhúsið.
hann dylur heldur ikki fyri, at hann ætlar ikki at gevast við at blanda seg uppí, fyri tí um ein komandi oljuútgerðahavn verður løgd í Runavík. Tórshavnar Skipasmiðja fer altíð at vera við í kappingini, sigur [...] -Tað er altíð gott at vera undir taki, tá man arbeiðir í Føroyum, er viðmerkingin frá stjóranum á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr, til útbyggingina, sum nú er í gongd. Hann sigur, at talan er um eina víðkan [...] sigur hann, og leggur dent á, at teir nokk skulu sleppa upp í part hjá teimum veitingarfeløgum, sum skulu hava okkurt gjørt í Føroyum, tá farið verður undir at leita í summar.
Klaksvík sigur, at hetta er ein trupulleiki í býnum, at nógvir skutarar kunnu koyra ov skjótt. Tí framdu tey hetta átakið, sum eftir øllum at døma eydnaðist væl. Løgreglan vónar, at hetta fer at ræða eigarar [...] eru ólógligir. Tað eydnaðist at taka fleiri ólógligar skutarar og knallertir, sum koyra ov skjótt. Eigararnir av skutarum gera okkurt við útstoytið, sum hevur við sær, at akfarið kann koyra nógv skjótari [...] eigarar frá at tuna akførini. Løgreglan leggur hald á akførini, sum eru ólóglig, og tekur teir lutirnar, sum ikki lúka neyðugu treytirnar, út. Akfarið verðu síðani latið eigaranum aftur, men uttan teir lutirnar
Tosað varð tá um, at hann skuldi aftur í starvið, um hann varð reinsaður, og sjálvur sigur Signar á Brúnni, at hann fekk hetta lovað. Høgni Hoydal sigur kortini, at so var ikki, og at alt fór fram eftir [...] Brúnni, men hann mátti frá í fjør, eftir at ivar varð sáddur um embætisførslu hansara. Tað vísti seg kortini, at Signar á Brúnni ikki hevði borið seg skeivt at, tá hann játtaði sjónvarpinum pengar, men [...] hesum máli. Næsti mentamálaráðharrin var Høgni Hoydal, sum tók við menta- og skúlamálum fyribils, eftir at Signar á Brúnni fór frá. Triði maðurin var Tórbjørn Jaocbsen, sum varð settur í starvi í juli í fjør
mátti bert royna at dempa eldin og sløkkja uttanífrá. Sløkkiliðið helt fram við arbeiðinum, til umleið klokkan 8 á morgni. Seinni vóru sløkkiliðsfólk aftur ein túr á staðnum fyri at tryggja, at støðan var, [...] undir avhoyringar og kanningar. Eingin búði í húsunum, nú tey at kalla brunnu í grund, men arbeitt varð við at seta tey í stand, eftir at nýggir eigarar hava yvirtikið húsini fyri stuttum. [...] klokkan 03:34 var liðið á staðnum. Alt er brunnið innan úr húsunum. Av Brandstøðini verður sagt, at einki var at gera, tí húsini stóðu í ljósum loga, tá sløkkiliðið kom á staðið. Tilfarið inni í húsunum var