Løgreglan í Klaksvík hevur framt eitt átak ímóti teimum mongu ólógligu skutarunum og knallertunum, sum eru í býnum. Hetta er ein dilla, sum er um allar Føroyar, og skutararnir eru nógvir í tali allastaðni. Fleiri teirra eru ólógligir.
Tað eydnaðist at taka fleiri ólógligar skutarar og knallertir, sum koyra ov skjótt. Eigararnir av skutarum gera okkurt við útstoytið, sum hevur við sær, at akfarið kann koyra nógv skjótari enn loyvt er.
Løgreglan í Klaksvík sigur, at hetta er ein trupulleiki í býnum, at nógvir skutarar kunnu koyra ov skjótt. Tí framdu tey hetta átakið, sum eftir øllum at døma eydnaðist væl. Løgreglan vónar, at hetta fer at ræða eigarar frá at tuna akførini.
Løgreglan leggur hald á akførini, sum eru ólóglig, og tekur teir lutirnar, sum ikki lúka neyðugu treytirnar, út. Akfarið verðu síðani latið eigaranum aftur, men uttan teir lutirnar, sum eru ólógligir.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um trý smávegis ferðsluóhapp leygardagin, har eingin stórvegis skaði stóðst. Paragraf 13 kanningar vóru eisini gjørdar, og nakrir vórðu skrivaðir upp fyri brek.