Einki rúsevni í sleikisneisini

Sleikisneisin, sum skuldi innihalda rúevni, var, tá avtornaði, bert ein púra vanlig sleikisneis

Sleikisneis

Tað vakti nógvan ans, tá fjølmiðlarnir fyrst í februar mánað boðaðu frá, at ein sleikisneis var endað hjá løgregluni. Henda góða sleikisneis innihelt møguligt rúsandi evni. Sleikisneisin var fingin frá einari ungari gentu, sum hevði hórað ilt, tá fólk byrjaðu at kenna seg heilt øðrvísi, eftir at tey høvdu etið eini sleikisneis, ið onkur hevði deilt út til fólk í Klubbagarðinum í Havn.
Løgreglan sendi sleikisneisina til Danmarkar fyri at verða kannað. Áðrenn hon varð send til Danmark hevði løgreglan í Havn sjálv gjørt nakrar kanningar, og hesar vístu ein feril av amfetamin í sleikisneisini. Sagt varð tá, at hetta skuldi takast við fyrivarnir, tí evni, eitt nú litevni, eru í einari tílíkari sleikisneis, og hetta kundi lættliga ávirkað mátingarnar.
Nú er úrslitið av kanningunum komið aftur, og úrslitið vísir, at ein sleikisneisin ikki var annað enn ein púra vanlig sleikisneis. Har var einki rúsevni í.
Løgreglan í Havn hevur tosað við persónin, ið deildi sleikisneisir út, og hann hevur fingið at vita, at hetta ikki er so heppið, men hann hevur kortini ikki gjørt nakað ólógligt.