Upptakt
Tað er sjáldan, at runavíkingar hava havt somikið góðan møguleika at koma heilt fram í oddin, sum teir hava sunnudagin, tá Skála kemur á vitjan.
Seinnu árini hevur NSÍ ofta nærkast toppinum, men mest sum hvørja ferð møguleikin hevur verið at blandað seg av álvara, er alt follið saman.
Greiðir favorittar
Higartil hevur NSÍ fingið sjey stig í fýra dystum. Teir eru við í bólkinum av liðum, sum eltir oddaliðið úr HB, og móti stigaleysa Skála er heimaliðið stórur favorittur. Somikið stórur favorittur, at hóast teir mangan hava snávað, tá á stendur, so mugu runavíkingarnir metast sum risa stórir favorittar sunnudagin. Eisini hóast talan er um grannauppgerð.
Sum skilst, so eru mest sum allir mans tøkir hjá báðum liðum. Runavíkingar hava havt onkrar smærri skaðar at dragast við, men roknað verður tó við, at allir eru tøkir hesaferð.
Eisini hjá Skála verður roknað við øllum leikarunum, og lítið er at ivast í, at teir eftir fýra teprar ósigrar á rað vilja upp á talvuna, áðrenn munurin til næstu liðini verður ov stórur.