Væleydnað oljuráðstevnuni í Aberdeen

Allir partar, bæði tær føroysku fyritøkurnar, oljuoperatørarnir og undirveitarnir hjá oljuoperatørunum vóru væl nøgdir við oljuráðstevnuna í Aberdeen


 

Allir partar, bæði tær føroysku fyritøkurnar, oljuoperatørarnir og undirveitarnir hjá oljuoperatørunum vóru væl nøgdir við oljuráðstevnuna í Aberdeen


Oljuráðstevnan varð hildin hósdagin í síðstu viku. Fyrrapartin greiddi oljuoperatørarnir frá, hvat teir kravdu av undirveitarunum í sambandi við Føroya økið. Og boðskapurin var klárur: undirveitarnir skuldu geva føroyskum fyritøkunum veruligan møguleika at sleppa uppí part í oljuvinnuni, skrivar Vinnuhúsið.

Koma til Føroya

Seinnapartin høvdu føroysku fyritøkurnar møguleika at møta undirveit-arunum. Allir teir týðandi undirveitarnir, sum koma at arbeiða í føroyskum øki, vóru hjástaddir. Og sum skilst á føroyingunum so var boðskapurin um føroyska luttøku í fleiri førum hoyrdur. Undirveitarnir vóru blíðir og fyrikomandi og vístu veruligan áhuga.

Millum annað hava tveir teir størstu undirveitarnir Halliburton og Schlumberger nú ætlanir um at koma til Føroya at vitja í næstum fyri at kunna seg um Føroyar, kanna hvørjar fyritøkur eru og at hyggja eftir infraskipanini. Hesar ætlanir høvdu teir ikki áðrenn ráðstevnuna.

Nú hava føroysku fyritøkurnar møtt undirveitarunum. Nú byrjar so tað meira harða arbeiði, at fáa sáttmálar í hús, skrivar Vinnuhúsið.